Frem tapti aftur

Tað roynist illa hjá Frem, sum hevur bæði Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen á liðnum.

Í dag hevur Frem vitjað í Lyngby, har Tem Hansen er ein av spælarunum. Christian Lamhauge Holst er eisini Lyngby spælari, men hann var ikki við í dag, tí hann er skaddur.

Lyngby tryggjaði sær øll stigini við 2-0 sigri. Lasse Quist, sum áður hevur roynt seg í FCK, skoraði bæði málini.

Sigurin ber við sær, at Lyngby hevur seks stig, meðan Frem framvegis einki stig hevur vunnið.