Fremad Amager stríddist manniliga ímóti yvirvøldini

FCK lat ongantíð nakran iva vera um, at Fremad Amager ikki fór at vera nakar snávisteinur hjá teimum royndu stjørnunum í FCK. Sæð við føroyskum brillum var dysturin eitt lítið vónbrot, hóast Andrew av Fløtum fekk smáar tjúgu minuttir á vøllinum

Tað var greitt frá byrjan av, at FCK tók uppgávuna ímóti 1. deildarfelagnum Fremad Amager í størsta álvara. Venjarin Hans Backe hevði sett sína sterkastu manning á vøllin fyri at tryggja sær pláss í hálvfinaluni í Dong Cup, har arvafíggindin Brøndby bíðar.
Tað hevur gingið sera illa hjá FCK í landskappingini, og tí er steypakappingin ein gyltur møguleiki at bjarga kappingarárinum og tryggja sær luttøku í evropeiskum fótbólti komandi kappingarár. FCK vann eisini steypakappingina í fjør.
Hóast FCK greitt var við yvirlutan, bardist Fremad Amager manniliga allan dystin og megnaði enntá at bíta frá sær í fyrra hálvleiki.

Verjuvilla setti FCK í gongd
Fyrsta stóra møguleikan hevði Sibusiso Zuma, tá Álvaro Santos legði innfyri til suðurafrikanaran, sum úr stuttari fjarstøðu sendi framvið málinum. Tað sást rættiliga skjótt, at verjan hjá Fremad fór at fáa trupulleikar við teimum báðum áleyparunum hjá FCK. Løtu seinni royndi Zuma seg aftur við vandamiklum langskoti, men kanónin hjá honum var ikki innstillað hendan dagin.
Tá fyrri hálvleikur varð hálvrunnin, legði FCK seg framum. Fyrrverandi FCK-leikarin Martin Nielsen, ið eisini var liðformaður hjá Fremad Amager, skuldi rudda burtur, men rakti als ikki bóltin í avgerandi løtuni. Ístaðinfyri at beina bóltin burtur av vandaleið, datt hann beint fyri føturnar hjá Santos, ið legði FCK framum. FCK hevði verið spælstýrandi higartil í dystinum, men tað var harmiligt hjá Fremad, at fyrsta málið skuldi koma eftir eitt so stórt mistak frá einum royndum leikara.

Fremad svarar aftur
Tað gingu tó bert tríggir minuttir, áðrenn Fremad Amager hevði javnað til 1-1. Eitt fríspark varð sent innfyri úr vinstra borðið, har verjuleikarin Dennis Danry fekk høvdað bóltin í netið, eftir eitt sindur aftur og fram í brotsteiginum. Stór frøi á teimum mongu Amager-viðhaldsfólkunum, og tey royndu at seta sín dám á stemningin.
Tað var greitt, at um Fremad Amager skuldi gera nakrar skreytir í hesum dystinum, skuldi tað vera eftir deyðbóltar úr síðunum, tí Fremad megnaði at kalla ongantíð at spæla seg fram til vandamiklar støður. Henrik Toft var einsamallur framherji, og hann formáddi sær sera lítið ímóti Bo Svensson og Dan Thomassen í miðverjuni hjá FCK.
Nógv fólk hevði lagt leiðina av Amager inn á fastlandið at hyggja eftir lokaluppgerðini millum FCK, og blákløddu Fremad Amager viðhaldsfólkini vóru bæði harðmæltari og sjónligari úti á Østerbro hendan sera kalda sunnudagin.
Hetta var eisini tann stóri dysturin, sum fólk úti á Amager hava bíðað eftir í stórum spenningi, síðan lutakastið í november hevði við sær, at Fremad Amager skuldi møta stórabeiggjanum FCK. Fremad Amager skuldi upprunaliga hava heimavøll í hesum dystinum, men felagið valdi heldur at spæla dystin í Parkini, av tí at heimavøllurin ikki er serliga vælegnaður til dystir ímóti einum stórum felag sum FCK, ið hevur nógv viðhaldsfólk.

Silberbauer á rætta staðnum
Í trettan minuttir megnaði Amager at halda FCK frá fatinum, men so kom eisini veruligi styrkismunurin til sjóndar. Beint eftir málið hevði Zuma enn ein gyltan møguleika at leggja FCK framum, men hetta var als ikki hansara dagur.
FCK setti ferðina upp móti endanum av fyrra hálvleiki, og tað gav eisini úrslit fimm minuttir fyri steðgin, tá Micheal Silberbauer sendi eitt flatt langskot í netið. Fremad-leikararnir vóru óivað eitt sindur vónbrotnir av, at teir ikki megnaðu at halda støðuna inntil steðgin. Hetta hevði kanska givið teimum møguleika umskipa seg og fingið nøkur góð ráð frá venjaranum.
Men tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, varð dysturin at kalla avgjørdur. Norðmaðurin Magne Hoseth, ið eisini skoraði ímóti Rosenborg hóskvøldið, fekk eina sending frá Santos inni í brotsteiginum, og hann legði FCK framum 3-1.
Eftir hetta setti FCK ferðina nakað niður, og trýstið á Amager málið linkaði.

Andrew á vøllin
So kom løtan, ið allir føroyingarnir í Parkini bíðaðu eftir, og tað var, tá Andrew av Fløtum varð sendur inn í Løvens Hule, sum Parkin eisini verður kallað. Hann kom inn í 75. minutti fyri Kenny Thorup.
Tað var sjálvandi ov nógv at vænta, at hann skuldi broyta dystargongdina hesar fáu minuttirnar, hann var á vøllinun, men tað var hóast alt hugaligt at síggja ein føroyskan leikara í Parkini.
Andrew hevði eina sera torføra uppgávu, nú hann stóð yvirfyri nøkrum av teimum bestu verjuleikarunum í ríkinum, og sum allir hava drúgvar royndir úr Superliguni. Men Andrew smæddist tó ikki burtur, og royndi at taka lut og at taka ábyrgd í álopsspælinum hjá Fremad, sum tó tóktist sera tannleyst ímóti FCK-verjuni.

Fakta um dystin

Fremad Amager - F.C. København 1-3 (1-2)
0-1 Álvaro Santos (24.)
1-1 Dennis Danry (27.)
1-2 Michael Silberbauer (40.)
1-3 Magne Hoseth (55.)

Fremad Amager:
Kim Drejs, Teddy Holst (46. Michael Strandquist), Martin Nielsen, Kenny Thorup (75. Andrew av Fløtum), Thomas Lundbye, Yusuf Öztürk, Dennis Danry, Henrik Toft (80. Ali Riza Salci), Baris Özcan, Alexandrs Roslovs, Ali Aliji.

F.C. København:
Balázs Rabóczki, Lars Jacobsen, Bo Svensson, Tobias Linderoth (60. Christian Traoré), Álvaro Santos (66. Peter Møller), Michael Silberbauer (77. Ole Tobiasen), Magne Hoseth, Sibusiso Zuma, Peter Christiansen, Dan Thomassen, Hjalte Nørregaard.

Áskoðarar: 6.790.