Friða sjáldsaman runn í Svínoy

At kalla einasta oyggj, har baraldarrrunnur av týdningi veksur villur, er í Svínoy. Tað er á einum stórum øki uppi á oynni at hann veksur. Nú byggiætlan verður gjørd fyri Svinoy, verða nøkur øki løgd av sum grøn øki. Eitt av hesum økjunum er har, sum baraldurin veksur.

Tað er langt síðan, at svínoyingar fóru at hugsa um at friða baraldin, og einaferð fekst ein játtan frá tí almenna. Tá keyptu tey hegn fyri millum 40 og 50 túsund krónur. Øll játtanin varð ikki brúkt, og restin fall tí aftur í landskassan.

Nú hevur Klaksvíkar kommuna søkt Innlendismálaráðið um stuðul til verkætlanina.

Tað fer at kosta eitt sindur at flúgva hegn og jarnsteyrar niðan. Arbeiðið má gerast væl, tí vindhart er uppi á oynni.

Eigararnir eru umleið 20 í tali, og teir hava einki ímóti, at økið verður innistikað, tí har veksur so lítið gras, sigur Eyðun Jacobsen, ein av eigarunum, við Rás2.

Myndina hevur Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy tikið av baraldi í Svínoy. Hann fegnast um, at lív er í ætlanini at friða baraldin. Men hann sigur, at tað er ikki nóg mikið at friða fyri seyði og onnum størri dýrum.

Hann sigur, at haran kann gera rættiliga stóran skaða, so tað er neyðugt at ansa eftir haruni og sleppur haran inn um stikið, er neyðugt at skjóta tær, so at tær ikki gera skaða, leggur hann afturat.