Friðarligur mánadagur á Toftum

Burtursæð at Rani Nolsøe við sigri á Olafi Berg kom á talvuna, so endaðu øll talvini í landsliðsbólkinum remis

Fjórða umfar í talvi fyri einstaklingar var á skránni mánadagin, og tað spældi friðarliga av. Í hvussu so er, tá ið tað ræður um úrslitini. Bara ein av teimum tíggju í landsliðsbólkinum tryggjaði sær eitt heilt stig. Tað var Rani Nolsøe. Eftir trý tey fyrstu umførini var hann tann einasti, sum bara hevði drigið svart. Ímóti Olafi Berg eydnaðist tað Rana við svarta fólkinum at fáa fulla úrtøku.
Øll hini fýra talvini endaðu jøvn. John Rødgaard hevur á fremsta plássinum trý stig, og Olaf Berg og Rani Nolsøe hava á aftastu plássinum hvør sítt stig. Tá ið hetta blaðið fór til prentingar, vóru fimm umfør eftir at telva. Harvið bar ikki til at siga annað, enn at alt framvegis var rættuliga opið. Mánadagurin var eyðkendur av, at allir framvegis mettu seg hava møguleika at vera við í kappingini, og at teir flestu mettu seg hava ráð til at tryggja sær eitt hálvt stig í staðin fyri at satsa fyri at vinna eitt heilt stig, er viðmerkingin frá telvarum, sum luttaka í landsliðsbólkinum.
Teir báðir ungu mennninir, sum tvey tey seinastu árini hava vunnið FM, sótu mánadagin yvir av hvørjum øðrum. Hans Kristian Simonsen hevði hvíta fólkið ímóti Martini Poulsen, og tað var heilt skjótt, at teir vóru samdir um javnleik.
Carl Eli Nolsøe Samuelsen hevði hvíta fólkið ímóti Boga Ziska, og tað var eisini skjótt, at teir báðir vóru samdir um at býta stigið ímillum sín.

Veteranarnir royndu leingi
Tvey tey síðstu talvini endaðu eisini við javnleiki. Steintór Rasmussen við hvíta fólkinum tóktist hava fyrimun ímóti Torkili Nielsen, og tað varð tosað um, at hann við kompliseraðum kombinatiónsspæli og møguligum frúgvaofri kundi havt vunnið. Men Steintór tóktist nýta eyka leik at fyrireika seg og harvið eisini at binda um, og so svann møguleikin burtur. Torkil bjóðaði javnt, og Steintór tók av.
John Rødgaard og Jens Kristian Hansen vóru eisini í drúgvum stríði, áðrenn teir gjørdu upp við seg sjálvar, at teir skuldu eiga eitt hálvt stig í part. Ikki minst hjá Jens Kristiani Hansen, sum tey seinnu árini hevur verið nógv á sjónum og tískil hevur telvað heilt lítið, varð hetta mett at vera gott úrslit. Millum teirra, sum fylgja við í FM kappingini í Tofta skúla, verður mett, at John Rødgaard í fýra teimum fyrstu umførunum hevur verið tann, ið hevur víst mest trygga og støðuga spælið.
Seinnapartin í gjár varð farið undir fimta umfarið. Tá ið telvararnir klokkan tvey sessaðust var John Rødgaard einsamallur á odda. Burturúr fýra teimum fyrstu umførunum hevði hann fingið trý stig. Aftanfyri hann sá soleiðis út: Hans Kristian Simonsen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Bogi Ziska og Martin Poulsen høvdu 2,5 stig, Torkil Nielsen 2,0 stig, Jens Kristian Hansen og Steintór Rasmussen 1,5 stig og Olaf Berg og Rani Nolsøe 1 stig.

Í blaðnum í gjár varð sagt, at tað verður telvað hvønn dag fram til leygardagin, og at eitt umfar er á skránni hvønn dagin. Hetta var ikki heilt rætt. Langi fríggjadagur er frídagur, og Skírisdag eru tvey umfør á skránni.
Í fimta umfarinum vóru telvararnir í landsliðsbólkinum paraðir soleiðis: Torkil Nielsen?Hans Kristian Simonsen, Martin Poulsen?Jens Kristian Hansen, John Rødgaard?Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Rani Nolsøe?Steintór Rasmussen og Bogi Ziska?Olaf Berg.
Í fyrsta bólki er Eyðálvur Johannesen úr Kollafjarðar Talvfelag greitt á odda. Hann hevur 3,5 stig. Honum næstir eru Finnbjørn Vang úr Klaksvíkar Talvfelag og Jákup á Rógvu Andreasen úr Vestmanna Talvfelag. Teir hava 2,5 stig.
Í unglingabólkinum eru Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag og Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag á odda við 4,0 stigum, og teimum næstur er Rógvi Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag við 3,5 stigi.