Ætlanin var, at friðarsamráðingarnar millum kolombisku uppreistrarrørsluna FARC og kolombisku stjórnina skuldu takast uppaftur í hesi vikuni, men í dag frættist, at tær eru útsettar.
Samráðingarnar, sum eru tær fyrstu í mong ár, byrjaðu í Oslo fyri einum lítlum mánað síðani, og annað umfar skuldi vera í Havanna í Kuba í hesi vikuni, men er nú útsett til másnadagin í næstu viku. Sum skilst vilja fyrireikararnir hava betri stundir at fyrirerika hetta umfarið.
Í øðrum samráðingarumfarinum skulu partarnir tosa um, hvussu myndugleikarnir skulu yvirtaka ræðið í teimum økjum, sum FARC nú ræður yvir, og teir skulu eisini tosa um, hvønn leiklut uppreistrarrørslan skal hava á tí politiska pallinum í framtíðini. Ein annar spurningur er, hvussu FARC skal lata vápnini frá sær.