Nicolina Jensen Beder
~~-
Nei, - ikki var hetta jólaheilsan, vit fingu frá Løgtinginum í ár. Ávísir tingmenn endaðu tingsetanina við at gera seg upp vegna Várharra. Harafturat órógvaðu teir jólafriðin við hóttan um enn eina kanning viðvíkjandi grein 266b. Frá at henda grein hevur verið nevnd »kynslig orientering« er hon vorðin til »kynsliga fokusering«, glíðibreytin kallað.
Spurningurin er, um samkyndum skal vera loyvt at ganga í skrásett parlag, um tey skulu fáa loyvið at ættleiða børn, fáa kirkjuliga vígslu ella ísáðing? Ikki eitt orð verður nevnt um kærleika, sálarfrið, ella gleðina fyri lívið, okkum er tillutað. Vert er at leggja til merkis, at í hesum bólki eru tað bara mannfólk, eins og í Gamla Testamenti eru tað mannfólkini, ið hava orðið, við fáum undantøkum. Sum kvina lesa vit møguliga Bíbliuna á annan hátt enn menn, tí havi eg hug at spyrja, hvussu væl hesir menn hava lisið Gamla Testamenti? Har stendur so ómetaliga nógv vakurt, men so sanniliga eisini nógv, sum í dag hevði verið dømt sum brotsverk.
Skulu samkynd hava loyvið at skráseta seg í parlag? Ja, hví ikki? Tey fara neyvan at skráseta seg bara fyri at verða skrásett, uttan iva verður tað fyri at verja hvønn annan. Hvønn skaða skuldu vit fingið av tí. Vit, sum fingu bæði í posa og sekk.
Viðvíkjandi parlagi kunnu vit fyrst spyrja: Hvaðani fekk Káin konu? Ábraham tók sær Sáru til konu, tey vóru hálvsystkin, høvdu sama pápa, men ikki somu mammu. Fyrsta Mósebók 20. kap. 12. vers. Amram tók sær Jokabed faðirsystur sína til konu, og hon føddi honum Áron og Móses, sostatt var mamma Áron og Móses abbasystur teirra. Onnur Mósebók 6. kap. 20. v. Og hvat skulu vit siga um Dávid, ið sendi boð eftir grannakonuni, Batsebu, vælvitandi at maður hennara var burturstaddur, legðist hjá henni og gjørdi hana við barn. Síðani sendi hann bræv til herovastan Joab. Í brævinum skrivaði hann soleiðis »Fái Uria fram, har í orrustan er sum harðast, og fari síðani frá honum, at hann verður við undirlutan og doyr«. Seinna Sámuelsbók 11. kap. Og hetta hendi Dávidi til vildar. Tiltikin er síðani Uriaspostur. David og Batseba fingu sonin Sálomon, ið ivaleyst hevur arvað konufólkaáhugan frá pápa sínum. Sálomon hevði sjey hundrað tignarkonur og tríhundrað hjákonur. Fyrra Kongabók 11. kap. 3. vers.
Sum vit her lunnu lesa, ber als ikki til at nýta Gamla Testamentið sum reglugerð fyri siðalæru á okkara døgum. Hetta mátti tó gingið upp fyri okkara æraðu tinglimum.
Leita vit fram til Nýggja Testamentið og fara at lesa, hvat ið Paulus heldur um parlag ella hjúnalag, verða vit ikki stórt klókari«. Men tað ynski eg, at allar menniskjur vóru, eins og eg eri sjálvur, men hvør hevur sína egnu náðigávu frá Guði, ein so, og annar so. Men við hinar ógiftu og við einkjurnar sigi eg, at tað er gott fyri tey, um tey verða verandi eins og eg eri. Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, tá gifti tey seg; tí at betri er at gifta seg enn at brenna av girnd. Fyrra Korintbræv 7. kap. v. 7-8-9. Hví vildi Paulus sjálvur ikki í hjúnalag? Og tá ið hann ikki hevði livað í hjúnalagi, hvussu kundi hann tá vita nakað um, hvat ið tað inniber? Eitt hjúnalag er annað enn bara girnd. Fyrst og fremst má kjarnan vera kærleiki, síðani má verjast um kjarnuna, sum í ávísum førum kann vera strævið, um ikki báðir partar eru á einum máli. Nei, tá dámar mær betur orðafellið hjá Viderø presti: »Lívið er margfalt«. Girndin er hóast alt bert kryddaríið.
Næsti spurningur er, um samkynd kunnu ættleiða børn. Her gangi eg út frá, at tað eru mannfólkini, teir hugsa um. Hetta er ein heldur fremmandur spurningur enn, tí eg kenni einki dømi um hetta í Føroyum, men at konufólk kunnu ættleiða børn, ivist eg onga løtu í. Óteljandi eru tær kvinnur í Føroyum, ið hava uppalt egnu børn síni og annans við.
Um samkynd skulu fáa lovi at giftast í kirkju í Føroyum, er ilt at døma um. Sum støðan er í dag kann hetta ikki lata seg gera. Prestur hevur loyvið at nokta, at endurgifta fólk, um tey hava havt hjúnaðarskilnað. Presturin tekur sjálvur støðu til, um hann vil endurgifta ella ei. Hetta kemst av, at í brúðarritualinum verður spurt, um tey vátta at vera saman, til deyðin ger skilnað teirra millum. Sum vígsluritualið er orðað, skilji eg væl, at prestar bera seg undan at endurgifta fólk eftir sama rituali. Mær vitandi er vígsluritualið mannaverk og fleiri ferðir broytt. Eitt hugskot kundi kanska verið at broytt ritualið enn einaferð og strika orðini: til deyðin ger skilnað tykkara millum? Fyri tey, ið finna eydnuna í einum góðum og tryggum hjúnalagi, er ikki neyðugt at svørja, hvørki eina ella aðra eið, men hjá teimum, ið ikki funnu eyðnuna, kann lyftið við verandi orðaljóði gerast ein vanlagna. Tá ið kirkjuliga vígsluritualið í Dnmark skuldi broytast 1912, vendi Ingeborg Appel, kona Jacob Appel, ið tá var ministari, sær til P. Madsen biskup. Sostatt var tað Ingeborg Appel, ið orðaði henda setning í nýggja ritualið: Nu står der: »Bærer hverandres byrder« som et nøgleord i ritualet forenet med ordene fra Kol. 3., som slutter således«. Og over alt dette skal I iføre jer kærligheden, som er det fuldkomne bånd«. Det er noget andet end ordene fra ritualet fra 1897 »I hustruer, underordner Jer med Jeres mænd«. Í bíbliuni havi eg enn einki funnið, hvørki um hvar ella hvussu ein vígsla fór fram ella hvørji orð, ið vóru nýtt, bert líknilsi um Jesus, tá ið hann gjørdi vatn til vín í brúdleypinum í Kána.
Tá ið tað kemur til ísáðing, má tað vera konufólkini, talan er um. Mær vitandi eru vit ikki komin so langt enn, at menn eru farnir at ganga við børnum. Í nógv ár hava kvinnur, ið giftar vóru við lívssørum manni, fingið ísáðing, eins og tær hava fingið loyvi at ættleiða børn, til stóra gleði bæði fyri hjún og børn. Tá ið tosað verður um samkynda kvinnu, verður sagt, at hon ikki hevur girndarhug til mannfólk. Sostatt skuldi tað eftir Paulusar ráðum ikki verið neyðugt hjá samkyndari kvinnu at gift seg. Harfyri kann hon saktans ynskja sær eitt barn og eisini vera før fyri at elska og uppala barn sítt á rættan hátt. Tað, sum undrar meg stórliga, er, at nakrir menn vilja gera seg til harrar yvir annan mans lagnu í hesi javnstøðu tíðum. Hvar er Guð í øllum hesum tosi? Hví eiga hesir menn ikki sjálvir eini 10-12 børn í teirra hjúnalagi. Hevur Guð hildið hondina yvir teimum? Ella hava teir hóast alt tikið Guð av ræði?
Nýársynskið mítt skal vera, at vit aftur fáa veruliga tign í Løgtingið, og at vit, hvør á sín hátt, vilja gera okkara til, at einhvør føroyingur skal kenna seg líka virðismiklan í Føroyum.