Ófriðurin í London breitt seg

Tann ógvusligi ófriðurin í London teir seinastu dagarnar hevur nú breitt seg til býirnar Liverpool, Birmingham, Manchester og Bristol. Løgreglan í West Midlands sigur, at hon hevur handtikið 87 ungfólk, sum gjørdu herverk í miðbýnum í Birmingham í nátt. Tey brutu handilsvindeygu og stjólu vørur, og eldur varð settur á eina løgreglustøð.

Í London stóðu partar av býnum í ljósum loga í nátt, og sløkkiliðini stríðast enn við at basa eldinum. Aðrastaðni berjast løgreglumenn og ungfólk.

-Tað líkist einum krígsøki. Eg havi ongantíð sæð nakað tílíkt fyrr, sigur tann 29 ára gamli Christian Potts um ófriðin í London-býarpartinum Croydon. Fleiri bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at ungir ófriðarkroppar ræna smáhandlar og stór handilshús í London og aðrastaðni.