Tær seinastu vikurnar hevur oljuprísurin verið fallandi, men áhaldandi ófriður í Nigeria hevur havt við sær, at fallið er steðgað, og at prísurin er á veg uppaftur. Í gjár kom hann upp um 61 dollarar fyri tunnuna, og marknaðarserfrøðingar siga við Aftenposten, at prísurin fer neyvan at fella aftur í bræði, tí ófriðurin í Nigeria fær neyvan enda enn á sinni.
Í gjár gjørdi Shell av at flyta fleiri av sínum starvsfólkum av oljuleiðunum har eysturi í Niger-ósanum, eftir at muslimskir uppreistrarmenn rændu og burturfluttu níggju fólk haðani seinasta vikuskiftið. Harafturat oyðiløgdu uppreistrarmenninir tvær oljuleiðingar.
Nigerisku myndugleikarnir, sum hava sent herin eftir uppreistrarmonnunum, siga, at talan er ikki um uppreistrarmenn, men brotsmenn og tjóvar, sum stjala og selja olju. Serfrøðingar siga, at ófriðurin í Nigeria er ein afturvendandi trupulleiki, sum lættliga kann vara eitt ár í hesum umfari.
Eg vænti, at harðskapurin fer at standa við minst eitt ár afturat, segði marknaðarserfrøðingurin Tony Numan hjá Mitsubishi Corporation við BBC í gjár.
Á marknaðinum í London fór prísurin á Brentoljuni úr Norðsjónum upp á 61,40 dollarar, og í New York varð roknað við uppaftur hægri prísi.