Fríðka miðbýin í Klaksvík

Klaksvíkar kommuna er farin undir at fríðka um og gera fleiri øki í miðbýnum liðug sum part av samlaðu miðbýarætlanini.

Tað skrivar Klaksvíkar Kommuna.

Sambært Klaksvíkar kommunu er arbeiðið nú aftur komið í gongd eftir steðg. Millum annað verður arbeitt við at gera økið kring Rótina liðugt og at fríðka um áarbakkan fram við Ósánni.

 

Arbeiðið fevnir um at laga grótgarðar, leggja mold og gróðurseta báðumegin ánna. Eisini er ætlanin at gera eina gongubrúgv tvørtur um Ósánna niðast móti sjónum, umframt at gera parkeringsbásar og asfaltera økið.

 

Kommunan vísir á, at nú fleiri bygningar í miðbýnum eru um at vera lidnir, er tíðin komin til at gera fríøkini liðug og binda tey saman á ein skipaðan og innbjóðandi hátt.

 

Á seinasta býráðsfundi samtykti býráðið at játta eina eykajáttan upp á fýra milliónir krónur til arbeiðið. Tríggjar milliónir av hesum eru játtanir, sum ikki vórðu nýttar í fjør. Hetta kemur afturat teimum 15,8 milliónum krónum, sum longu eru settar av á fíggjarætlanini fyri 2026.

 

Anfinn í Toft, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, fegnast um, at fleiri øki í miðbýnum nú verða fríðkað.

 

– Ein týðandi partur av okkara arbeiði hevur verið at gera miðbýin hugnaligan og innbjóðandi, soleiðis at fólk fáa góðar umstøður at ferðast og halda til í býnum, sigur hann.

 

Hann viðurkennir, at arbeiðið kann kennast órógvandi, meðan tað stendur upp á, men væntar, at úrslitið verður ein vakrari og betur skipaður miðbýur fyri bæði íbúgvar og vitjandi.

 

Myndir: Klaksvíkar Kommuna.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##