Tað var við maner, at FC Suðuroy í góðveðrinum seinnapartin setti punktum fyri fyrru leikhálvu.
Eftir fleiri trilvandi avrik og lítið sannførandi úrslit eru suðuroyingarnir aftur komnir á slóðina. Eftir fýra tap á rað hevur FC Suðuroy vunnið stig í trimum dystum. Á jóansøku endaði tað 2-2 í grannadystinum ímóti TB, so vunnu teir 2-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og í dag endaði tað við 4-0 sigri á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.
FC Suðuroy fer í summarfrí við 32 stigum, og tað tykjast vera heilt góðar vánir fyri, at tað fer at eydnast at endurvinna plássið í bestu deildini, sum FC Suðuroy misti í fjør.
Hjá NSÍ er setningurin at halda tørn um plássið í næstbestu deildini. Higartil hevur NSÍ vunnið 19 stig, men tað er ikki so langt niður til strikuna, sum er trý stig burtur.
Í dag var tað Olaf Godtfred, sum eftir hálvan tíma legði gestirnar á odda við langskoti, og í síðstu løtu undan steðginum var tað Hans Fríður Müller, sum økti um leiðsluna eftir upplegg frá Olivuri Renéson Thomsen.
Sístu lítlu løtuna økti FC Suðuroy tvær ferðir um leiðsluna. Í fyrra førinum var Páll Johannesen málskjútti eftir upplegg frá væl upplagda John Villi Wøldike Leo, og í seinna førinum var Olivur Renéson Thomsen málskjútti.










