Fridrikka skoraði í heimasigri hjá ÍBV

ÍBV er fýra stig frá oddinum

Mikukvøldið var Fridrikka Clementsen við frá dystarbyrjan, tá lið hennara, ÍBV tók móti Vali á Hásteinsvøllinum í Heimey í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Í 12 minutti legði Fridrikka ÍBV á odda 1-0. Olga Sevcova rakti ein verjuleikara hjá Vali, og bólturin støkk til Fridrikku, ið sendi hann í netið. Talan er um annað málið hjá Fridrikku í hesum kappingarárinum.

 

Bert fimm minuttir seinni økti Allison Grace Lowrey til 2-0. Allison Grace Lowrey rakti fyrst stongina, fylgdi upp og sendi bóltin í málið til støðuna 2-0. Heilt móti dystarenda pyntaði Valur um støðuna, og endaði dysturin sostatt 2-1 til ÍBV. 

 

ÍBV er fjórðfremst í deildini við 20 stigum. Tær eru fýra stig frá oddaliðnum, Breiðablik sum hevur 24 stig.