Frihedsbrevet.fo byrjaði í Norðurkorea

Ein vitjan hjá føroyskum vinnulívsmanni var byrjanin til nýggja miðilin í Føroyum, Frihedsbrevt.fo

 

– Og tað er ikki ein gong lygn, segði Rólant Waag Dam, sum er ein av teimum trimum persónunum, sum mynda nýggja miðlin í Føroyum, tá móttøka var í hølunum í Magnus Heinasonargøtu í Havn.

Rólant Waag Dam greiddi víðari frá, at fyri tíð síðani var ein maður, nevndur Jim Latrashe, høvuðspersónur í einum filmi, sum Mads Brügger gjørdi, sum æt »Muldvarpen«, sum snúði seg um, hvussu tey infiltraraður systemið í Norðurkorea, har Jim Latrashe saman við øðrum dana avdúkaði miklan rotinskap í afturlætna landinum.

– Nakrar mánaðir seinni var ein annar maður í Norðurkorea, greiddi Rólant Waag Dam frá.

– Tað var Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist. Hann hevði verið í Norðurkorea og runnið marathon saman við Mikkeller Running Club. Og nakrar mánaðir seinni í Danmark kemur hann av tilvild at hitta Jim Latrashe, og tað endar við, at Jim Latrashe kemur til Føroya.

– Jim Latrashe er »ørvitiskonkkur og ein ógvuliga skeiv týpa«, greiddi Rólant Waag Dam frá. – So Johannes hugsaði seg um, hvørja skeiva týpu hann kendi í Føroyum – og tað var Niels Arge Galán, sum hann bjóðaði út at eta saman við Jim Latrashe, og hann skuldi taka sína betru helt við, sum er Barbara Holm, segði hann.

Og har byrjaði sambandið millum Barbaru Holm og Frihedsbrevet. Nakrar mánaðir seinni hitti hon Mads Brügger í Keypmannahavn, og soleiðis byrjar Frihedsbrevet Føroyar.

Tað eru tey trý, Barbara Holm, sum er blaðstjóri, Rólant Waag Dam og Jan Lamhauge, sum er fólkini handan miðilin. Síðani hava tey Benjamin Petersen at hjálpa sær við ljóðinum. Tey lesa alllar greinar inn, so tær kunnu hoyrast á netinum og gera eisini poddar. Eisini hava tey ein rættlesara knýttan at miðlinum.

Nýggi miðilin heldur til í hølunum, har handilin Vogue var í mong harrans ár í Magnus Heinasonargøtu í Havn.

 

Lesið samrøðu við Jim Latrache-Qvortrup, sum stóð í Sosialinum 11. juni í 2021, VIÐ AT TRÝSTA HER