Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, hevur í skrivi 30. oktobur søkt um farloyvi úr Løgtinginum.
Hetta galdandi frá 4. novembur, til løgtingsmaðurin boðar frá, at hann aftur tekur sæti.
Hetta tíðarskeið hevur næsti maður á lista Sambandfloksins, Frimodt Rasmussen, havt sæti á tingi.
Tað varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
Á tingfundinum í morgin tekur Jaspur Langgaard aftur sæti.
Jaspur Langgaard hevur seinasta góða árið havt sæti á tingi fyri Kaj Leo Holm Johannesen, sum er í farloyvi vegna sjúku.
Sambandsflokkurin hevur sjey fólk á tingi.
Fyrsti varamaður er Jaspur Langgaard, annar varamaður er Frimod Rasmussen.
Soleiðis fullu persónligu atvkøðurnar hjá Sambandsflokkinum á seinasta løgtingsvali:
1 Bárður á Steig Nielsen 1351
2 Magnus Rasmussen 712
3 Erhard Joensen 528
4 Johan Dahl 502
5 Eyðdis Hartmann Niclasen 347
6 Kaj Leo Holm Johannesen 308
7 Helgi Abrahamsen 284
8 Jaspur Langgaard 256
9 Frimodt Rasmussen 233
10 Edva Jacobsen 201
11 Rósa Samuelsen 200
12 Sámal Hanni Lognberg 172
13 Haraldur Símunarson Hammer 159
14 Aimi Helbo 135
15 Áron Vest 134
16 Petrina Berg á Lag 126
17 Hanna Ovadóttir 113
18 Pole J. Hansen 96
19 Jónleyg J. Bech 93
20 Rasmus S. Mørkøre 77
21 Jensia Højgaard Kjærbæk 76
22 Bergun Kass 70
23 Guðrun Ejdesgaard 70
24 Michael Koba 56
25 Martin Drangberg 35
26 Ingi Mittún 26
27 Harriet Høgnesen 25
28 Fríðgerð Heinesen 23
29 Anita Heinesen 20










