Tað er Elsebeth Mercedsi Gunnleygsdóttir, sum í sínum borgarliga starvi hevur verið løgreglukvinna í mong ár, hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, ein grein 52a fyrispurning um rúsevni.
Ítøkiliga spyr hon soleiðis:
1. Hvussu nógvir frítíðar-/stuttleikabátar hava tilsamans verið í føroyskari havn higartil í ár?
2. Hvussu nógvum av hesum bátunum hava tollarar verið umborð á higartil í ár og kannað við komu, undir hesum eisini fyri ólóglig rúsevnir?
3. Hvussu nógvir av bátunum eru komnir í ávikavist Tórshavnar havn, Klaksvíkar havn og Vágs havn, og hvussu nógvir teirra eru blivnir kannaðir við komu?
4. Hevur nakar av bátunum verið í føroyskari havn meir enn einaferð í ár, og um so er, í hvørji havn og hvussu ofta?
5. Hvussu nógvir tollarar eru staðsettir í ávikavist Havn, Klaksvík og Suðuroynni?
6. Hvussu nógvir narkohundar eru í Føroyum, og er hetta tal nøktandi?
7. Hvar í Føroyum eru narkohundarnir staðsettir, og hvar hava teir verið brúktir higartil í ár?
Í viðmerking til spurningarnar vísir Elsebeht Mercedis Gunleygsdóttur á, at ólóglig rúsevnir floyma inn í landið.
– Tí ynskir undirritaða at seta landstýriskvinnuni Ruth Vang omanfyri nevndu spurningar.
Hon vísir á, at tann 25. sept. 2025 skrivaði Vágs kommuna, at higartil í ár høvdu 59 seglbátar verið á Vági. Tað er eitt høgt tal og er at gleðast um. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu nógvir av hesum bátunum eru blivnir kannaðir av tollvaldinum, undir hesum eisini fyri rúsevni, sigur hon.
– Flestu av okkum vita, at tað júst hevur koyrt eitt stórt mál, har løgreglan tók seglbátin Rocky úr Kolding, sum bleiv brúktur til at smugla 23 kg av hassji við. Spurningurin er, um hetta kanska bara er toppurin av ísfjallinum, sigur tingkvinnan.
Hon vísir á, at í nógvum londum síggja myndugleikarnir ekstremt álvarsliga upp á smugling av rúsevnum og taka tilsvarandi ekstrem stig fyri at steðga smuglingini.
– Spurningurin er, hvat vit í Føroyum gera hesum viðvíkjandi.
– Undirritaða er áhugað í at fáa at vita, hvussu myndugleikarnir í Føroyum raðfesta stóra trupulleikan viðvíkjandi smugling av ólógligum rúsevnum til Føroya. Tí verða hesir spurningarnir settir, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.










