Í hesum døgum er eitt føroyskt ferðalið niðri á Kreta í arbeiðsørindum. Talan er um nakrar frisørdamur, ið eru farnar á skeið. Merkið, ið tær umboða á hárfríðkanarstovunum, nevnt Cutrin, hevur skipað fyri skeiðnum og túrinum. Hetta er triðja árið, at Cutrin skipar fyri skeiði á Kreta, og hini árini hava túrnarnir fingið sera góða umtalu. Tí valdu tær føroysku at taka av, og fara við.
?Tað vera eini 100 frisørar við, sum allar umboða Cutrin merkið. Vit skulu á skeið í klipp og farv, uppsetan og kunstigum hári -ella extensions, sum tað eitur á enskum. Skeiðini verða hildin úti t.d. við svimjihylin á hotellinum. Annars verður skipað fyri ymiskum dagtúrum har niðri á Kreta. Tað søgdu frisørarnar á salong Zig Zag, dagin fyri, at spentu frisørdamurnar fóru úr Føroyum.
Við í ferðalagnum eru tær frá salong ZigZag í Havn, Tórhild Kvilt frá Kvilt Hárfríðkan, Katrin Olsen av Toftum og Jórun Sigurðson úr Runavík. Tvær aðrar eru við í ferðalagnum, uttan at skula á skeið, tað eru Nanna, dóttir Tórhild Kvilt, og Helen Jacobsen. Tær báðar hildu møguleikan at fara til Kreta vera ov góðan til bara at fara afturvið borðinum, og vildu tískil ikki siga nei til eina sólferiu sunnanfyri.
Ferðalagið kemur væntandi aftur 1. juni.
eys