- Arbeiðið at umvæla gamla partin av Frítíðarskúlanum á Toftum gongur eftir ætlan.
Soleiðis siga tey í Nes kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at tekjan er skift, og nú verður arbeitt við at klæða útveggirnar.
Tað er byggifyritøkan KBH, sum ger arbeiðið, og Bark við Dáva Reinert Hansen hevur byggileiðslu og eftirlit fyri Nes kommunu.
Frítíðarskúlin á Toftum hevur leypandi fingið nógvar útbyggingar og dagføringar, og nú verður so arbeitt við tí gamla partinum.
Í summar er tekjan á 1981-skúlanum á Toftum eisini skift.
##med2##
Tað er Skákið, ið hevur gjørt arbeiðið, sum varð avhendað Nes kommunu í vikuni.
- Teknistovan í Gøtu hevur havt eftirlit og byggileiðslu fyri kommununa, verður lagt aftrat.
##med3##