Frítíðarvirksemi gevur ungum betri sálarheilsu

- Sálarheilsan hjá ungum gerst betri, tá tey luttaka í skipaðum frítíðarvirksemi.

Sálarheilsan hjá ungum gerst betri, tá tey luttaka í frítíðarvirksemi. Ein nýggj ritgerð vísir á fimm tættir, sum eru við til at styrkja sálarheilsuna hjá ungum, tá tey luttaka í frítíðarvirksemi, eitt nú fótbólti, dansi ella tónleiki.

 

- At kenna seg knýttan at onkrum, at menna førleikar og at kenna tryggleika og álit. Hesi fýra eyðkenni eiga, saman við øðrum, helst at vera til staðar í frítíðarfelagsskapum, sum eru mennandi fyri sálarheilsuna hjá ungum.

 

Tað siga tey í Gigni, sum veita heilsutænastur til børn og ung, og her vísa tey eisini á eina nýggja ritgerð.

 

- Granskarar við statens Institut for Folkesundhed í Danmark hava nærlisið vísindaligar bókmentir, fyri at fáa vitan um, hvat eyðkennir skipaðar frítíðarfelagsskapir fyri ung, ið eru fremjandi fyri sálarheilsuna.

 

Hetta er virksemi, sum tey ungu luttaka í saman við øðrum ungum, og sum er skipað í føstum rammum, sum eitt nú ávísum tíðum og støðum. Hetta kann vera at íðka fótbólt í einum ítróttarfelag, dansa í dansiskúla ella spæla tónleik í kvøldskúla.

 

- Vit vita frá gransking, at luttøka í og tilknýti til felagsskapir hevur avgerandi týdning fyri sálarheilsuna og trivnaðin hjá ungum, er sambært Gigni niðurstøðan.

 

Vist verður á, at talið av ungum, sum ikki trívast, hevur verið veksandi seinastu árini. Tí er skilagott at kanna, hvat fremur sálarheilsu hjá ungum, eitt nú í teirra frítíðarfelagsskapi.

 

- Hetta kann brúkast til at menna vælegnað frítíðarvirksemi - við høvuðsdenti á at fremja sálarheilsu, sigur Amalie Oxholm Kusier, sum er ein av granskarunum handan ritgerðina. 

 

Í Gigni vísa tey á, at granskararnir hava greinað tilsamans 52 ritgerðir, ið allar hava kannað, hvat førir til góða sálarheilsu í frítíðarfelsagsskapum fyri ung.   

 

Her eru granskararnir komnir fram til, at tað eru fimm viðurskiftir, ið eiga at vera til staðar í frítíðarfelagsskapum, um teir skulu vera fremjandi fyri sálarheilsuna hjá ungum.

 

- Tað er eitt nú, at sjálvsálitið hjá teimum ungu verður styrkt, og at tey uppliva, at evnir og førleikar betrast til tað sum krevst av virkseminum. Tað hevur eisini týdning, at tey ungu luttaka av egnum huga - og ikki vegna væntanir og tørvir hjá øðrum.

 

- Felagsskapurin skal helst vera eitt trygt og álitisvekjandi stað, har tú kanst vera tann, tú vilt, sigur granskarin, Amalie Oxholm Kusier.

 

Tað er av týdningi, sigur hon, at vinarbond og positiv sambond verða skapt millum tey ungu og við tey vaksnu, sum standa fyri virkseminum. Tað er danska Heilsustýrið, sum hevur ment ritgerðina.

 

Meira um hetta kann lesast um heimasíðuna hjá www.gigni.fo