Fróði tekur við venjarastarvinum á Toftum

Fróði Benjaminsen avloysir Jákup á Borg

Mynd: B68

B68 skrivar á facebookvanga sínum:

 

Fróði Benjaminsen nýggjur høvuðsvenjari

 

Vit fegnast um at kunna bjóða Fróði Benjaminsen vælkomnum sum nýggjur høvuðsvenjari fyri B68. Fyrsti dystur við Fróða sum høvuðsvenjara verður á Eiði 14. sept. móti EB/Streymi.

 

Fróði Benjaminsen er uppvaksin á Toftum og býr á Strondum. 

 

Fróði hevur nógvar royndir sum leikari og eisini royndir sum venjari. Í løtuni er hann høvuðsvenjari hjá U19 landsliðnum. Í hesum døgum eru teir í Kroatia, har teir luttaka í einari venjingarkapping. Hetta er fyrstu ferð at Fróði fer at standa á odda fyri liði í Bestu deilduni. 

 

Øll barnaárini spældi hann fótbólt við B68 og leikti fyrsta dyst á besta liðnum hjá B68 í 1994, sum 16 ára gamal. Hann umboðaði B68, tá hann á fyrsta sinni í 1999 leikti ein A-landsdyst. Hansara seinasti dystur fyri landsliðið var í 2017. Fróði er í løtuni tann sum hevur leikt flest A-landsdystir hjá monnum, 96 í tali.

 

Vit gleða okkum til at síggja hann menna liðið víðari. 

 

Vælkomin Fróði!

 

Kelda: Faroesoccer

 

##med2##

 

Mynd: B68

Mynd: B68