Frúa og Flúgvi - føroysk teknirøð fyri smærri børn

Nú fæst nakað so sjáldsamt sum ein teknirøð á føroyskum, »Frúa og Flúgvi«, í bókabúðunum.

 

Hetta skrivar Birgir Kruse, bloggari.

 

Tað er Trygvi Danielsen, sum hevur týtt virðisløntu teknirøðina hjá Jonas í Dali Wagner »Frøken og Flyver« til føroyskt. Trygvi hevur givið donsku teknirøðini ein málburð, so hon er løtt at lesa hjá børnum, ið sjálvi duga at lesa, ella um lisið verður fyri teimum.

 

Teknirøðin er um hin lítla veingjaleysa Flúgva, sum svøltandi húskið sendur út í kavaoyðuna at finna summarið. Flúgvi er næstan stirðnaður, tá vindurin tekur hann á miðari nátt og førir hann til húsið, har Frúan býr. Hon vaknar tá Flúgvi fer í køliskápið at fáa sær ein náttarbita. So bjóðar hon kakao.

 

Eitt vinarlag við gleði, sorg og kærleika tekur seg upp teirra millum. Men bæði vita, at alt kann skeiklast, um kaldi vindurin aftur fer at herja á lítla staðin, har tey búgva, skrivar Birgir Kruse á birkblog.blogspot.com, har meira sæst um útgávuna. 

 

##med2##