Fruenlund steðgar

Danska kvinnulandsliðið má standa seg uttan Katrine Fruenlund, nú liðið fer undir nýggja HM-undankapping. 30 ára gamla Fruenlund boðaði í gjár landsliðsvenjaranum, Jan Pytlick, frá, at hon ikki longur er tøk á landsliðnum. – Eg havi havt eina rúgvu av upplivingum við landsliðnum, men nú kenni eg á mær, at tað rættasta er, um eg bert nýta orkuna til felagið hjá mær, sigur Fruenlund, sum dagliga spælir í Randers HK. Katrine Fruenlund hevur spælt 181 landsdystir fyri Danmark.