Frum flættar listagreinar saman

Í kvøld verður frumsýning av serligari teaturkonsert í Norðurlandahúsinum

Tað er rár hending og langt ímillum, at føroyskur pallur er karmur um eina teaturkonsert.

 

Men í kvøld klokkan 20.00 verður hetta broytt, tí tá verður stórfingin teaturkonsertframførd á stóra palli í Norðurlandahúsinum í Havn.

 

"For The Blue sky", sum er heitið á teaturkonsertini, er framhald og byggir á tónleikin á popp-útgávuni av sama navni, sum Frum við Jenný Kragesteen gav út í november í fjør.

 

Men lagt er aftrat tónleikinum. Teaturkonsert er – sum orðið sigur – ein blanding og samanrenning millum teatur og konsert og flættar saman fleiri listagreinir; tónleik palllist, dans, klædnasniðgeving, grafikk og pallsmíð.

 

Tað er Jenný Kragesteen, oddakvinna í Frum, sum eigur hugskotið til teaturkonsertina.

 

– Hetta er ein dreymur, sum nú gerst veruleiki. Eg havi altíð havt í tonkunum at gera okkurt serligt burturúr og stórsligið í sambandi við tónleikaútgávuna, og nú standa vit á gáttini til teaturkonsertina, sigur Jenný Kragesteen við Sosialin um vikuskiftið

 

Hon vísir á, at tað eru fleiri hættir og møguleikar at skapa eina teaturkonsert. Tað kundi til dømis verið við klassiskum teatri við dialogi, men Jenný hevur valt ein annan leist, sum í stóran mun tvinnar og flættar saman tónleikin hjá Frum við dansi og rørslum.

 

Tað er í hesum sambandi, at Jenný hevur heitt á Búa Rouch, dansara og koreograf, um at leikstjórna. Og hesum hevur Búi játtað.

 

– Mær dámar væl tónleikin og Frum-universið, sum er sansaligt og rúmligt og abstrakt. Mær dámar at arbeiða tvørlistarligt, og eg havi í stóran mun lagt meg eftir, at tónleikurin og søgurnar í tekstunum verða endurgivin umvegis kroppar, ið skapa ymsar rørslur á palli. Og so veit eg, at Jenný hevur lisið heimspeki. Sjálvur eri eg hugtikin av heimspekini og haldi, at tað er ein listarliga spennandi avbjóðing og leitan eftir at vita, hvat kann spyrjast burtur úr blandinum millum popp-tónleik og heimspeki, sigur Búi Rouch.

 

Longri grein um um konsertina kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.