Nú sunnukvøldið 22. mars verður Fríðrikskirkjan aftur karmur um frumframførslu av føroyskum kórverki.
Stórt kór við millum 60 og 70 sangarum fer saman við tónleikarum úr Føroya Symfoniorkestri at frumframføra Dávids Sálm nr. 33, sum Jóhan Mortensen hevur gjørt tónleik til og sett út fyri kór og orkestur.
Í samband við hesi ætlaðu framførsluna fór kórleiðarin longu í januar undir at savna sær kór. Ásannast má, at sangarar hava tikið dyggiliga undir við tiltakinum og við eldhugi hava møtt til venjingar.
Eins og tá ið Dávids Sálmur nr. 25 varð framførdur fyri tveimum árum síðani, hava tónleikarar í Føroya Symfoniorkestri aftur hesaferð víst vælvild. Saman við kórinum sunnukvøldið vera fleiri tónleikarar úr symfoniorkestrinum.
Kórverkið »Sálmur 33« er tónleikur, ið er gjørdur til Dávids Sálm nr. 33 í týðingini hjá Jákupi Dahl. Verkið er skipað í fimm satsir. Harumframt er ein millumsatsur, har ungi sangfuglurin úr Gøtu, Eivør Pálsdóttir, verður solistur saman við stóra kórinum.
Umframt stóra kórið verður eisini Manskórið á Skálafjørðinum, ið fer at leggja fyri á konsertini. Manskórið hevur nú hálvttriðja ár á baki, men hevur kortini dúgliga gjørt vart við seg - bæði innan- og uttanlands.
Konsertin verður sunnukvøldið klokkan 19.30, og byrjað verður stundisliga.