FS Vágar verður nýggja liðið í fyrstu deild komandi kappingarár. Um leirvíkingar eisini flyta upp fæst ikki greiða á fyrr enn teir báðir uppflytingardystirnir, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma, vera móti grannunum úr Fuglafirði, eru leiktir.
Tað fall sostatt aftur leirvíkingum í lut hesaferð at spæla um uppflytingina, sum teir gjørdust ov stuttir til í fjør.
Seinna hálva
gav góðar vónir
Tá kappingarárið í fjør endaði stóðu vágamenn sum kánus. Teir høvdu við einum framúrskarandi úrtøku í seinnu hálvu spælt seg upp á triðjaplássið, og teir vóru í grundini bert heilt fá stig frá uppflytingini - og tað hóast teir einu tíðina vóru niðasta liðið í deildini.
Tá vónbrotið, um at teir vóru ov stuttir í fjør, hevði lagt seg, staðfestu felagsmenninir í Vágum, at skaðin var ikki størri enn sum so, at uppflytingin kundi - og skuldi - tryggjast í ár. So skuldi seinna árið í aðru deild brúkast til at menna leikararnar og liðið til fyrstu deild.
Úrslitini lótu heldur ikki bíða eftir sær. Frá byrjan legði FS Vágar seg har teir síðan hava ligið, nevniliga á fyrsta plássi. Sigur oman á sigur gav teimum eina trygga leiðslu áðrenn summarsteðgin, har teir einans høvdu mist trý stig. Tey mistu teir í Leirvík ein av allar seinastu dystunum í fyrru hálvu.
Eingin bøn hesaferð
Leygardagin hittust liðini aftur, hesaferð í Sandavági. Og skuldu vágamenn halda spenningin og neglabýtingina frá durðunum, so vóru boðini greið. Ein sigur skuldi til móti LÍF.
Og tað eydnaðist. Við skilagóðum, og til tíðir hepnum spæli, høvdu teir lagt seg framum 3-0 við hálvleik. Rættvíst var tað kanska ikki, men tað var støðan.
Úr Leirvík frætta vit, leirvíkingar høvdu nógvar møguleikar til at skjóta mál, men tað vildi bara slett ikki bera til fyrr enn FS Vágar var farið fram um 4-0.
Mirek Gil var øgiliga nær við, tá hann sendi eitt beinleiðis fríspark á yvirliggjaran tíðliga í dystinum
Avgreitt í fyrra umfari
Men tað var eftir øllum at døma ikki ætlanin, at leirvíkingar skuldu vera víð í dystinum leygardagin, í hvussu er ikki fyrr enn FS Vágar hevði fingið sítt.
Felagsliðið var ikki óheppið, tí eftir tí, sum Sosialurin skilir, so fingu vágamenn trý mál upp á fýra møguleikar í fyrra hálvleiki.
Men tað eru nú einaferð málini sum telja, og tað er sum kunnugt eisini skilagott at vera effektivur teir 90 minuttirnar dysturin varir, tí tað er tað liðið, sum hevur gjørt flest mál, tá dysturin er liðugur, sum vinnur!
Vit frætta eisini úr Leirvík, at tað var málmaðurin Hallur Hansen, sum forðaði FS Vágum at vera frammanfyri 4-0 í fyrra hálvleiki, tá hann stórbjargaði einum skoti, sum lá dygst úti við annan stólpan.
Tað var fyrrverandi landsliðsleikarin Eyðfinn Davidsen, sum legði felagsliðið úr Vágum framum til 1-0.
Løtu seinni var tað John Johansen, sum við einum framúrskarandi langskoti gjørdi tað til 2-0. Hann gjørdi ikki mætari enna at hann smekkaði til stutt frá miðlinjuni, og bólturin brast í yviliggjaran áðrenn hann fór í máli.
Triðja málið, sum gav FS Vágum hálvleiksleiðsluna 3-0 gjørdi Thor Ingar Axelsen.
Stutt inn í seinna hálvleik vildi Birgir Joensen eisini sleppa upp í part, og við sínum 20. máli í ár gjørdi hann av við seinastu vónirnar hjá leirvíkingum, tá hann legði FS Vágar á odda 4-0.
Fingu kortini tvey mál
Hóast vánaligu útlitini, so vildu leirvíkingar kortini vísa, at tað ikki er av tilvild, at teir eru einasta liðið, sum hevur kunnað hótt felagsliðið úr Vágum.
Teir barsdust framhaldandi víðari, og tvær ferðir eydnaðist at gera mál.
Fyrru ferðina var tað eftir eitt fríspark. Kaj Eli Olsen smekkaði til, og málmaðurin kláraði ikki at halda bóltinum, og áðrenn hann vardi var Kristian á Reynatrøð har og setti bóltin í máli.
Løtu seinni fingu leirvíkingar aftur mál. Jonhard Høgnesen elti ein bólt, sum málmaðurin sá út til at hava tamarhald á, men hann misti eftir øllum at døma fyri føturnar á Jonhardi, sum lættliga kundi seta bóltin í máli til endaligu støðuna 4-2 til FS Vágar.
Við sigrinum er kappingin í aðru deild avgjørd. FS Vágar hevur vunnið rættin til uppflyting, meðan leirvíkingar enn einaferð skulu spæla um uppflyting.
Støðan í fyrstu deild er í løtuni tann, at ÍF er næstniðast í fyrstu deild, og teir hava fýra stig upp til B71, sum er triðniðast. Tveir dystir eru eftir at spæla og tí er tað meiri enn sannlíkt, at teir báðir dystirnir um upp- og niðurflyting í fyrstu deild vera reinar grannauppgerðir.
Sosialurin ynskir vágamonnum tillukku við sigrinum og væl afturkomar í bestu fótbóltsdeildina.