FS Vágar eru einsamallir

Sandoyingar drógu frá botninum, tá teir sunnudagin megnaðu at fáa øll stigini á heimavølli móti botnliðinum vesturi úr Vágunum

B71-FS Vágar 3-0 (1-0)


Undan dystinum var hesin av mongum mettur at vera eitt slag av lagnudysti fyri gestirnar.

Higartil hevur nevnliga gingist alt annað enn væl hjá vágaliðnum, sum einki hevur fingið burturúr á útivølli, meðan tveir heimadystir einans hava kastað tveir javnleikir av sær.


Illa sperdir vágamenn

Tískil var tað av alstórum týdningi, at dysturin á Sandi gav okkurt burtur av sær, tí skráin komandi vikurnar sær alt annað enn løtt út fyri nýggja liðið í deildini. Uttan at niðurgera sandoyingar, so má metast, at hesin dysturin á pappírinum skuldi verið lættari enn dystir móti GÍ, HB, KÍ og B68, sum øll verða roknað millum fremstu liðini í deildini.

Í útgangsstøði vóru vágamenn tó rættuliga skerdir undan dystinum, tí fleiri av vanliga føstu leikarunum fingu av ymsum ávum ikki verið við.

Frá dystinum í Gøtu hósdagin høvdu bæði Albert Ari Thomassen og Tór-Ingar Akselsen báðir skaðar, meðan Birgir Joensen í sama dysti fekk reyða kortið, og tískil var leikbannaður til dystin móti B71.

Harumframt dragast bæði Sonni Joensen og Jack Johansen við skaðar, so alt í alt var tað eitt sera skert vágalið, sum vitjaði á Sandi.

Sandoyingar høvdu tó eisini sítt at hugsa um. Rúni í Soylu, er framvegis ikki heilt komin seg eftir skaðan í knænum, og Jógvan Jón Petersen og Hans Jørgen Djurhuus, sum hava staðið seg sera væl í ár, høvdu leikbann til hendan dystin.

Hinvegin høvdu sandoyingar ein nýggjan mann við sunnudagin. Jákup Lamhauge, sum upprunaliga er úr B36, er umvegis HB komin til Sands at spæla, og sum skilst leikti hann ein hampuliga góðan dyst á vinstra vongverja.



Í fyrra hálvleiki vóru tað sandoyingar, sum høvdu meira spælið. Kanska tí útiliðið legði stóran dent á verjupartin, men tað skuldi tó eitt verjumistak til, áðrenn heimaliðið fekk lagt seg á odda.

Kári Nielsen stakk bóltin inn um vágaverjuna, og tá hvørki Zylvan ella Remi kundu gera av, hvær skuldi hava bóltin, smoygdi Alex Nielsen sær ímillum og lobbaði bóltin í málið til 1-0.

Hetta var sum vátur vøttur at fáa hjá útiliðnum, og seinna hálvleiki royndu teir eisini at sleppa sær longur fram á vøllin. Sum skilst, so høvdu teir eisini bóltin stóran part av tíðini, men framman fyri málinum vóru teir púra sørir.

At sandoyingar eisini megnaðu so væl at byrgja fyri mótstøðuálopunum komst helst eisini av, at verjan var nakað umskipað. Jón Brekku hevur higartil leikt á aftasta manni, men sunnudagin var hann á miðvøllinum, har hann tók broddin av vágamonnum, tá teir nærkaðust sandoyarhálvuni. Avloysari hansara í verjuni var Ib Mohr Olsen, sum hóast hann ikki er nakar unglingi longur, megnar at vera á røttum stað til rætta tíð, og harumframt var so at siga einaráðandi, tá vágamenn royndu seg við luftbóltum.

Sandoyingar royndu tó eisini at skapa sær nakrar møguleikar, og tá eitt korter var farið av seinna umfarinum, gav hetta eisini úrslit.

Darius, sum spældi á aftasta manni hjá FS Vágum, átti kanska at verið meira avgjørdur, men Alex Nielsen fekk so bóltin av honum, og sendi eitt hart skot móti málinum. Í fyrstu atløgu bjargaði Remi, men Eli Hentze var skjótur á returinum, og so var leiðslan brádliga tvífalda.

Hetta tók at kalla luftina úr vágamonnum, og av Sandi frætta vit, at heimaliðið hevði fult tamarhald á støðuni eftir hetta. Teir megnaðu eisini at økja til 3-0, tá Ales Nielsen breyt ígjøgnum í vinstru, fyri síðani at leggja bóltin fyri føturnar á Eli Hentze, og veteranurin sveik ikki álitið, men setti bóltin trygt í netið.


Einsamallir

Úrslitið hevði við sær, at vágamenn nú eru fullkomuliga einsamallir í botninum av stigarøðini.

Hetta ásannar Páll F. Olsen, sum er hjálparvenjari hjá vágaliðnum, eisini. Eftir dystin helt hann fyri, at støðan hjá teimum nú er um at verða rættuliga døpur.

- Ikki tí, teir skaðar, sum liðið nú er rakt av, er allarhelst nakað, sum øll lið koma at uppliva av og á, men stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki megna at skapa nóg nógvar málmøguleikar, og heldur ikki fáa nóg stóra úrtøku úr teimum møguleikum, sum vit fáa, heldur Páll.

Sum omanfyrinevnt, so er talan komandi vikurnar als ikki um nakrar lættar dystir, men skulu vágamenn halda lív í vónunum um eina framhaldandi tilveru í bestu deildini, er allarhelst neyðugt at fáa okkurt burtur úr hesum dystum.

Sandoyingar tykjast hinvegin at vera á rættari leið. Sum støðan er í løtuni, megna teir at halda fast um málið, sum er eitt pláss miðskeiðis á stigatalvuni, og í øllum førum er niðurflytingarvandi skumpaður eitt sindur til viks fyri fyrst.

Komandi vikuskift koma føroyameistararnir úr Klaksvík á vitjan, og megnar B71 eisini at fáa stig úr hesi uppgerðini, fer tað av álvara at ljósna suðuri á Sandi, hóast dreymar um heiðursmerki og europeiska luttøku enn ikki eru at hóma.


B71-FS Vágar 3-0 (1-0)

1-0: Alex Nielsen 29.

2-0: Eli Hentze 60.

3-0: Eli Hentze 80.


Dómari: Lars Müller


B71:

Waldeemar Nowicki - Rúni Mohr, Ib Mohr Olsen, Bernhard Petersen - Høgni Hansen, Kári Nielsen, Jón Brekku, Kári Nielsen, Jákup Lamhauge - Alex Nielsen, Eli Hentze


FS Vágar:

Remigius Mikoliunis - Heðin Joensen, Zylvanuis Zudis, Darius Magdisauskas - Sjúrður Ellefsen, Eyðginn Fjalsbak, Hannus Olsen, Jónsvein Joensen, Rimvydas Bakus - Kim Poulsen, John Johansen Hansen, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkelsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard


B36:

Tróndur Vatnhamar ? Dánial P. Johansen, Mikkjal Thomassen, Egil Zachariasen, Carl Leonsson, Magni á Lakjuni ? Jan Guttesen, Rógvi Róin, Jákup á Borg ? Bjarni Prior, Håkan Lundholm