FS Vágar hevði viljan og fekk stig afturfyri

Fótbóltur: Vágamenn vístu stóran stríðsvilja og fingu fyrsta stigið á útivølli í ár

1. deild menn:

GÍ-FS Vágar 2-2 (1-2)


Burstursæð frá dystinum á Sandi mundi neyvan nakað annað úrslit í seinasta umfari í 1. deild siga seg meiri sjálvt, enn dysturin millum GÍ og FS Vágar í Gøtu.

Gøtumenn spældi fyri bronsuni, meðan FS Vágar í roynd og veru hevði tryggjað seg í deildini. Teir høvdu undan dystinum tapt allar 8 dystirnar á útivølli, og tí var einki at siga til, at GÍ var stórfavorittur.

Men um tað var hetta, sum ávirkaði GÍ til ikki at spæla upp til sítt besta, skal vera ósagt, men tað var í hvussu so er sjíon fyri søgn, at heimaliðið ikki var so væl upplagt, sumtað palgar at vera á heimagrasið.

Gestirnir úr Vágum, sum høvdu ómøguligu uppgávuna at royna at vinna í Gøtu høvdu ikki givið upp í forhond, og teir stríddust manniliga allan dystin.

GÍ kom á odda tá Henning Jarnskor, sum hevur givið avboð til landsliðið, skoraði. hann royndi seg við skoti, rakti verjuspælara og bólturin sat í kassanum.

Hetta var tá 17 minuttir vóru spældir, men bert tveir minuttir seinni javnaði FS Vágar. Teir fingu brotsspark, sum gøtumenn hildu vera púra burturvið, men tá Marek Vierzbicki (aftur bestur á FS Vágar liðnum) fekk kjansin av brotssparksbelttinum skoraði hann fyri fjórðu ferð í ár úr ellivu metrum.

Beint fyri hálvleiki økti Marek til 2-1. Bjarni Prior og Poul Ennigarð dystaðust um bóltin, báðir fóru um koll, og leysi bólturin endaði hjá Marek, sum fór avstað, dróg fram við Jens Martini Knudsen og trillaði í málið.

FS Vágar stríddist væl í seinna hálvleiki, miðvøllurin arbeiddi væl og Albert Ari Thomassen hevði fleiri skotroyndir. Men sum tíðin leið vaks GÍ-trýstið alsamt, og hóast Torkil Nielsen og hansara verjumenn vardu væl fyri, so helt tað sær ikki tíðina út. Eftir fleiri ferðir aftur og fram, fekk innskifti Magni Jacobsen at enda skot á og var 2-2. Hetta var átta minuttir fyri leiklok.

Við javnleikinum vann GÍ bronsumerkini, meðan FS Vágar, hóast teir høvdu tapt, slapp undan niðurflyting ­ fyri fyrst í hvussu er.

Nú bíða tveir dystir móti TB.