FSF beitti FIFA á FCK

Fótbóltur: Í Fótbóltssambandinum eru teir troyttir av, at felagið hjá Toda Jónsson tykist viðra føroyskan landsliðsfótbólt so sera lítið

Um alt gongur, sum tað hevur verið ætlað, so koma við flogfarinum úr Keypmannahavn í dag Óli Johannesen og Todi Jónsson, sum í gjárkvøldið stríddust móti hvørjum øðrum, og sum í annaðkvøld í felag skulu stríðast móti íslendingum.

Merkisvert er, at hetta er fyrsta ferðin í sjey ár, at Todi Jónsson er við í einum landsdysti, har undankapping ikki stendur uppá spæl. Todi var við í 1-1 dystinum móti Ísrael á Svangaskarði 5. august í 1992. Síðani tá hevur landsliðið spælt seks vinardystir, men Todi Jónsson hevur ongantíð verið tøkur.

Og stóð tað til felagið hjá Toda Jónsson, so hevði hann neyvan verið í føroyska hópinum hesa ferð. Fyri einari fjórðings øld síðani, tá Allan Simonsen var uppá tað besta sum fótbóltsspælari, løgdu europeisku feløgini nógvar fótonglar út fyri at gera tað ólagaligt hjá donskum spælarum at umboða føðilandið, og nú heldur FSF, at FCK skal ikki sleppa at gera hesar somu ónáðirnar móti teimum meiri.


Settir upp á pláss

Í síðstu viku sendi FSF skriv til FIFA, har teir bóðu altjóða fótbóltssamgonguna umvegis DBU at gera FCK greitt, at Todi Jónsson hevur sama rætt sum liðfelagarnir at fáa frí til landsliðsuppgávur, uttan at tað á nakran hátt hevur árin á hansara støðu í felagnum, og tað hevur FIFA gjørt.

Ísak Mikladal er aðalskrivari í FSF:

? Vit hava ferð eftir ferð verið vitni til, at Todi Jónsson hevur verið sum lús millum tvær negl, og nú vilja vit steðga hesum. FCK hevur verið ólagaligt, og tað kemst ikki uttanum, at landsliðsferðirnar onkuntíð hava kostað Toda pláss á liðnum. Hesa ferð vildu teir hava hann at geva avboð, tí teir mánakvøldið spældu í Aarhus.

? Formliga kundu vit kravt bæði Toda Jónsson og Óla Johannesen at verið í Føroyum tvey samdøgur undan dystinum, soleiðis sum tað er ásett í altjóða reglunum, men tá talan er um venjingardyst, so hava vit ikki vilja sett okkum upp á bakbeinini, men nú rokni eg við, at tað, sum vit halda, at Todi hevur verið útsettur fyri, ikki fer at endurtaka seg.

Hví tað?

? Allan Simonsen hevur tosað við nýggja ítróttarstjóran í FCK, Niels Christian Holmstrøm, og hann hevur sagt, at Todi Jónsson skal fáa tær sømdir, sum hann hevur rætt til. Eg rokni heldur ikki við, at teir í FCK og teir í DBU eru serliga fegnir um, at teir fáa eitt varskó frá FIFA um so at siga at skikka sær væl, men vit kendu altso, at tað var neyðugt at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss, soleiðis at hvørki vit og serliga Todi Jónsson skulu plágast av hesum, tá vit um nakrar fáar vikur skulu spæla tríggjar HM undankappingardystir, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.