FSF: Børn og ung á breddan 27. og 28. februar

Árliga ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt verður fríggjadagin 27. og leygardgain 28. februar

Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF

FSF skrivar:

 

—— Aftur í ár skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt. Málbólkurin eru allir barna- og ungdómsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er, at viðkomandi hevur áhuga fyri barna- og ungdómsvenjingum.

 

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsfótbólti.

 

Umframt framløgur og annað føroyskt tilfar, er høvuðsnavnið á ráðstevnuni í ár Graeme Carrick úr Englandi.

 

Graeme Carrick er 42 ára gamal. Hann hevur UEFA A venjaraprógv, og 15 ára royndir í fótbóltsarbeiði í enska fótbóltssambandinum, U18 venjari hjá Newcastle og seinast hjálparvenjari hjá beiggja sínum í Middlesbrough, núverandi Manchester United venjarin, Michael Carrick.

 

Í løtuni arbeiðir Graeme Carrick fyri UEFA og hevur leiklutin sum tekniskur eygleiðari til U16 menningarkappingina, sum verður í Føroyum í døgunum 26. februar til 4. mars.

 

Nakað av innihaldinum/yvirskriftum á ráðstevnuni verða:

– Góð dømi frá føroyskum feløgum

– Framløgur um ymisk evni til børn og ung og kunning frá FSF

– Íblástur til venjing við børnum og ungum

 

Ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt telur 10 impulstímar til endurnýggjan av UEFA C-, B- og A-venjaraprógvum.

 

Freistin at boða frá luttøku og at bíleggja gisting á Hotel Brandan er mánadagin 16. februar. FSF hevur fingið avtalu í lag við Hotel Brandan, at luttakararnir á ráðstevnuni kunnu bíleggja gisting fríggjakvøldið fyri ein serstakan prís.

 

Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, har tað eisini ber til at kunna seg meira um ráðstevnuna. Skrivar FSF.

 

Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF