Mong óttaðust, at tað kundi gerast dýrt fyri FSF, tá ein maður rann inn á Tórsvøll undir dystinum millum Føroyar og Portugal. Nú er greitt, at FSF einans fær eina átalu frá FIFA.
- Tað kundi lættliga hent, at tað bleiv ein stór bót, so vit kunnu bara gleðast um, at tað bara bleiv ein peikifingur, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.
Virgar Hvidbro ivast tó ikki í, at um slíkt skuldi hent aftur, hevði FSF ikki sloppið undan bótini.
- Tí er tað sera týdningarmikið, at fólk, sum koma til dyst, skilja álvaran í hesum her og ikki renna inn, at tað kann fáa katastrofalar fylgir. Tað kann vera ein bót, men í ringasta føri síggja vit fyri okkum at spæla fyri tómum setrum. Tað vildi tó neyvan hent í einum slíkum føri sigur hann.
Hann endurtekur tó tað, sum bleiv sagt beint eftir dystin, at um FSF hevði fingið eina bót, hevði hon verið send víðari til mannin, sum rann inn á vøllin. Hann sleppur kortini neyvan heilt snikkaleysur.
- Ungi maðurin fer nokk at fáa eina heilsan frá okkum, sigur Virgar Hvidbro.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Virgar Hvidbro.
Les eisini Besti dagur í lívinum