FSF flytur frá ÍSF

Ein partur av nýggja lógarverkinum hjá FSF inniber, at tey ikki longur geva seg undir allar lógir hjá ÍSF. Hetta hevur annars verið ein av grundleggjandi reglunum innan føroyskan ítrótt, síðani sersambondini vórðu sett á stovn fyri 27 árum síðani.                      Men við nýggju lógarheimildunum, sum fótbólturin nú gevur sær sjálvum, fær ÍSF at kalla einki orð at siga innan føroyskan fótbólt. Formliga innibera reglurnar eisini, at fótbóltsfeløgini nú í fyrstu atløgu eru limir í FSF, og gjøgnum FSF eisini limir í ÍSF. Ein raðfylgja, sum áður hevur verið tann øvugta.