FSF-forsetin er nøgdur við landsliðsárið

Tey ymisku landsliðini hava leikt 50 landsdystir í hesum árinum

Forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian Andreasen er nøgdur við landsliðsári 2013, har tey yngru og eldri landsliðini hjá monnum og kvinnum hava spælt heili 50 landsdystir. Tað gav FSF-forsetin til kennar í sendingini Rás2 hevði av Hvonn, har ársins spælarar vóru heiðraðir.

 

Christian Andreasen fegnast um góðu avrikini hjá serliga U21 landsliðnum, og hann heldur, at A-landsliðið er á rættari leið, leikliga.

 

Undir myndini ber til at síggja og hoyra tað, sum Christian Andreasen segði á Hvonn leygarkvøldið við at trýsta á hesa leinkjuna: http://www.youtube.com/watch?v=rf2O7fL0ElI