FSF hevur viðgjørt kæruna

Í kvøld hava KÍ og NSÍ fingið svar upp á kæruna, sum NSÍ seinnapartin sendi Fótbóltssambandinum

Teir hava verið til arbeiðis í FSF seinnapartin og í kvøld. Avgerð er tikin um kæruna, ið NSÍ seinnapartin sendi í sambandi við dystin í kappingini um løgmanssteypið millum KÍ og NSÍ, sum sambært skránni var settur at vera sunnudagin, men sum ikki varð spældur, tí dómarin, Petur Reinert, kolldømdi annað málið.

Feløgini hava fyri løtu síðani fingið boð um, at kæran er avvíst, og at dysturin verður spældur í Klaksvík týskvøldið klokkan 19. Tað er neyðugt hjá KÍ at skifta skamfílaða stólpan í vestara málinum út, sum var orsøkin til, at dómarin avlýsti dystin. Úr Klaksvík frættist, at stólpin verður skiftur út undan dystinum týskvøldið.

KÍ skrivar soleiðis í kvøld:

-Vit eru sjálvsagt sera hørm um, at dysturin ikki var leiktur í dag, og vit eru fegin um, at dysturin er fluttur og verður leiktur hóast alt.

Tey sum hava keypt atgongumerki í dag kunnu brúka tað týskvøldið, sigur KÍ.

Í 3 – 2 mánakvøldið verður drigið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fjórðingsfinalunum, sum eru settar at vera sunnudagin 30. mai.