Tá FSF fyri hálvum øðrum ári síðani boðaði frá, at teir nú fóru at gera nýtslu av sjónbandaupptøkum, tá reyð kort og møgulig leikbann skuldu viðgerast, hevði hetta tvey endamál. Annað var, at spælarar, sum av órøttum høvdu fingið reytt kort, skuldu sleppa undan enn meira órættvísi við leikbanni. Og hitt at spælarar, sum sýndu grov brot, uttan at dómarin sá hesi, nú skuldu fáa ta revsing, sum hesir høvdu uppiborið.
Upphavið
Serliga vóru tað tvær hendingar í kappingarárinum 2004, sum vóru atvoldin til, at nýggja siðvenjan varð innførd. Ein siðvenja, sum fleiri ferðir hevði verið upp á tal, men sum tó ongantíð var tikin í praksis. Onnur tá spýtt varð á Rógva Jacobsen hjá HB, uttan at dómarin sá hetta, og hin, tá B36-málverjin Magnus Poulsen fekk reytt kort, hóast talan púra greitt var um sjónleik frá mótstøðuspælara.
Táverandi kappingarstjórin, Bjarki Mohr, staðfesti, at tær báðar hendingarnar sera greitt sýndu, hví hann helt eina nýggja siðvenju vera neyðuga. Í fyrra førinum sá alt Føroya land, hvat gekk fyri seg, men hóast hetta kundi spælarin ikki revsast við teimum amboðum, sum kappingarnevndin hevði til taks. Og í seinna førinum var nevndin noydd at geva tveir daga leikbann til málverjan, hetta grundað á dómarafrágreiðinga. Eisini hóast allir hyggjarar so ruddiliga kundu staðfesta, at talan átti at verið um gult kort til álopsspælaran, heldur enn reytt til málverjan.
Hørð linja
At Kappingarnevndin fekk heimild at nýta video, varð nýtt í einum einstøkum føri í fjør, tá endin av dystinum millum TB og B36 gjørdist meira rokmikil, enn gott var.
Í ár varð linjan løgd hampuliga hart. Eftir dystin millum HB og B36 tann 26. apríl, kom illstøða millum B36-venjaran og dómaran. Grundað á uppstøkurnar fekk B36-venjarin ein dag leikbann. Ein sera prinsipiellur dómur, tí einki sum helst varð viðmerkt um hendingina í dómarafrágreiðingini, og ikki minni prinsipiellur, tá Sigfriður Clementsen ikki so mikið sum fekk hoyringsskriv, áðrenn dystarbannið varð útskrivað.
Bara tvey umfør seinni varð nýggja linjan trykkprøvað. Sjónbandaupptøkur sýndu greið misbrot bæði í Klaksvík og í Vági. Og í Ítróttartiðindunum kvøldið fyri hevði B68-venjarin alt annað enn tespiligar viðmerkingar um dómaran í dystinum. Tí var væntandi, at hamarin fór at fella hart, tá Kappingarnevndin skuldi hava næsta fundin.
Hamarin fall ikki
Hamarin varð tó ongan tíð havdur á lofti. Kappingarstjórin, Høgni í Stórustovu, sigur, at tey í løtuni ivast í, hvørt reglurnar og mannagongdirnar innan øki. Og tí varð tikin um, at eingi leikbann verða útskrivað her og nú av teirri ávum. Ein avgerð, sum reisir hópin av spurnarteknum.
Ikki minst man B36-venjarin, Sigfríður Clementsen, kenna seg illa viðfarnan. Ein støða, sum Høgni eisini sigur seg skilja.
Vit eru komnir til ta støðu, at vit fyrst vilja hava nakrar fortreytir upp á pláss, áðrenn vit fara at nýta sjónbandaupptøkur. Her hugsi eg ikki minst um tær reglur, sum ein komandi disciplinær-nevnd skal brúka.
Men tit hava longu nýtt slíkar. Kann tað ikki vera sera trupult at síggja eina linju í avgerðunum?
Tað kanst tú væl siga. Men eg haldi eisini, at hetta prógvar, hvussu týdningarmikið tað er við einum kjaki um hetta. Í løtuni er 3-2 tað besta, vit hava, men er hetta nóg gott dómsgrundarlag? Og hvussu tryggja vit okkum nóg góðar reglur á økinum? Alt tað eru spurningar, sum eiga at greiðast.
Og skulu hyggjar kring landið ímeðan so bara góðtaka ónollur av somikið grovum slag, sum vóru at síggja í næstseinasta umfarinum?
Tað er eisini ein góður spurningur. Tí í nøkrum førum verður somikið greitt farið um mørkini, at vit eiga at spyrja okkum sjálvar, hvørt hetta á nakran hátt kann góðtakast, sigur Høgni í Stórustovu.