FSF: Skansin fær 20 atgongumerki

Tað er komin røringur í, tí fjepparafelagið hjá landsliðnum ikki fekk lovað atgongumerki

Í gjár kunngjørdi In.fo, at Fótbóltssambandið fór at loyva áskoðarum til komandi landsdystirnar í Nations League, sum verða á Tórsvølli leygardagin og týskvøldið móti ávikavist Lettlandi og Andorra.

Í gjárkvøld kom so meldingin frá FSF, at tað verða seld 500 atgongumerki, har tað verður drigið lut millum øll tey, ið skráseta seg til at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.

Síðani hevur fjepparafelagið hjá føroyska landsliðnum, Skansin, biðið um at fáa nøkur atgongumerki, so tey kunnu geva sítt á Tórsvølli. Hetta tykist hava fingið góða undirtøku á ávísum kjakbólkum á millum annað Facebook. Fleiri halda fyri, at Skansin hevur uppiborið alt millum nøkur til øll atgongumerkini, men at byrja við var svarið nei.

- Eg havi kanna møguleika fyri at fáa nøkur atgongumerki tillutað til Skansan, fyrst 100 stk so 20 stk, svarið er eitt ísakalt nei. So eg tími ikki at blíva við at pressa uppá. Tað vil siga at ongi Skansa atgongumerki verða, so eg ynski tykkum bestu eyðnu við hesum tápuliga lutakastinum, skrivaði nevndin í Skansanum á Facebook.

Í dag hevur Fótbóltssambandið boðað frá, at tað nú verða 20 atgongumerki latin til fjepparafelag. Tað váttar Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari, fyri Kringvarpinum í dag. Sostatt er trygd fyri nakað av stemningi á Tórsvølli til komandi landsdystirnar.