FSF: Útsetti dysturin verður í komandi viku

Dysturin millum Víking og B36 verður komandi viku

Útsetti dysturin millum Víking og B36 verður hósdagin 25. apríl. Av tí sama, so verða dystirnir hjá hesum báðum feløgunum í 7. umfari fluttir til mánakvøldið, umframt at ein U21 dystur eisini verður fluttur.

Dysturin millum Víking og B36 í 5. umfari bleiv útsettur vegna veður sunnudagin. Kappingarnevndin hevur nú ásett at dysturin verður hóskvøldið 25. apríl. Síðani verða dystir NSÍ-B36 og AB-Víkingur fluttir frá sunnudegnum 28. apríl til mánakvøldið 29. apríl.

Umframt tað, so verður U21-dysturin millum NSÍ og AB fluttur frá mánadegnum 29. apríl til týsdagin 30. apríl.