FSF vassar langt út

Tað heldur fyrrverandi ítróttarredaktørurin á Sosialinum

Í dag hevur kappingarnevndin hjá FSF kunngjørt, at farið verður ikki víðari við Alli-málinum, tó at FSF tó málið upp av sínum eintingum. Jákup Mørk, fyrrverandi ítróttarredaktørur á Sosialinum, heldur at FSF vassar langt út við at taka málið upp.

 

Hoyr Fótbóltspanelið beinleiðis á Rás2 í dag klokkan 16

 

- FSF vassar alvorliga langt út, um teir nú brádliga byrja at nýta videoprógv. Tað varð annars samtykt fyri nøkrum árum síðani, at videoprógv kundi nýtast at revsa við - ella at frídøma, um tað til dømis var eyðsæð, at dómarin hevði givið reytt av misgávum. Trupulleikin er bara, at hetta er ongantíð brúkt, sigur Jákup Mørk, og leggur afturat:

 

Les eisini: FSF ger ikki meiri við Alli-málið

 

- Fyri nøkrum árum síðani segði formaðurin í Kappingarnevndini, at tey ikki fóru at nýta slík prógv, og nú hevur sitandi formaðurin sagt, at tað verður nýtt í heilt serligum førum. Men har er einki felt niður um, hvat er eitt serligt føri. Tað er nakað, sum skal gerast í friðartíð - millum tvey kappingarár - og altso ikki miðskeiðis í einum kappingarári, tá mann brádliga heldur, at nú fór onkur spælari ov langt, sigur Jákup Mørk.

 

Les eisini: Eigur Alli reytt kort?

 

Hann heldur ikki, at tað er grund fyri at taka malið upp, tí tað er leiðreglar gjørdar fyri nær málið kunnu takast upp.

 

- Um FSF á nakran hátt hevur virðing fyri rættartrygdini hjá spælarum og feløgum, so mugu teir lata hetta málið fara framvið, og ístaðin finna útav at áseta nakrar leiðreglur fyri nýtslu av videoupptøkum, heldur Jákup Mørk.

 

Les eisini: FSF tekur Alli-málið upp

 

Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini, og Jákup Mørk vera báðir við í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag klokkan 16.