Inniverandi undankappingin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum er nú um at nærkast endanum. Hetta merkir samstundis, at sáttmálin, sum FSF og Henrik Larsen hava havt, nú er um at renna út, og tí er spurningurin, hvørt talan skal vera um framhald við samstarvinum.
Samráðast
Tað eydnaðist okkum ikki mánadagin at fáa orðið á Jens Erik Magnussen, sum er formaður í landsliðsnevndini hjá FSF, men Ísak Mikladal, aðalskrivari, váttar fyri Sosialinum, at Fótbóltssambandið í løtuni er í samráðingum við Henrik.
Hetta fær illa merkt annað enn, at tað er eitt føroyskt ynski um, at Henrik Larsen í øllum førum tvey ár afturat verður føroyskur landsliðsvenjari.
Og tað man lítið vera at ivast í, at stórur partur av fótbóltshugaðu Føroyum eisini hevur ynski um, at Stóri verður verandi her eina tíð afturat. Byrjan hansara í sessinum var kanska av tí heldur tyngra slagnum, og orðini um setanina vóru nógv. Eisini á hesum síðum varð funnist at, at tað gekk ov long tíð, áðrenn hann kom til Føroya at síggja nakran dyst, eins og tað eisini varð mett sum dekan ov nasadjarvt, at hann skuldi boða frá, at nú skuldu Føroyar hava í minsta lagi sjey stig.
Framburður
Tey sjey stigini, koma Føroyar so neyvan at fáa, hóast tað enn resta nakrir dystir at spæla í undankappingini. Hinvegin er einki at ivast í, at Føroyar ongan tíð hava verið so nær við so nógvum stigum í nakrari undankapping, sum vit hava verið hesaferð. Móti Skotlandi var tað bert ein bøkkur á Svangaskarði, sum oyðilegði føroyska møguleikan at skjóta seg upp á 3-0. Í Týsklandi var Hjalgrím Elttør bert sentimetrar frá at javna til 2-2 í seinastu løtuni av dystinum, og bæði á Laugardalsvøllinum móti Íslandi og á Tórsvølli móti Týsklandi, var tað ikki fyrr enn í evstu løtu, at mótstøðuliðini skoraðu sigursmál síni.
Hetta eru í øllum førum úrslit, sum boða frá føroyskum framburði, og tá venjari so eisini tykist hava funnið seg væl til sættis í føroysku mentanini, er tað tí helst væl skiljandi, at føroysku fótbóltsbossarnir vilja leingja samstarvið.
Hvussu tað higartil hevur gingist við samráðingum, vil Ísak Mikladal ikki siga nakað sum helst um, men føroyska landsliðið fer í næstum undir tær tríggjar seinastu uppgávurnar, og einki er at ivast í, at bæði FSF, leikararnir og Henrik Larsen sjálvur fegnir høvdu vilja sæð eina avkláring á málinum, soleiðis at hetta ikki kann koma at órógva fyrireikingarnar.