FSF vil ikki spæla við

Fótbóltssambandið hevur higartil noktað fyri at undirskriva eina kollektiva semju, soleiðis at ÍSF kann gera nýggja avtalu við eitt nú Kringvarpið um varpan av føroyskum ítróttarhendingum. Tað kann í ringasta føri føra til, at eingin fótbóltur verður at hoyra í Útvarpinum sunnudagar

Frásagnir

Beinleiðis útvarpingarnar frá føroyskum ítrótti eru nú í vanda.
Higartil hevur støðan verið tann, at Út- og Sjónvarpið fyri eini lítla upphædd hava keypt øll rættindi til beinleiðis frásagnir frá ítróttarhendingum. Ein avtala, sum inn til fyri fáum árum síðani ikki hevði nakran beinleiðis áhuga millum fólk flest.
Men við broyttu støðuni millum loftmiðlarnar, har almenna monopolið varð avtikið, broyttist hendan støðan brádliga.
Fyrst noktaði Útvarpið fyri, at nýggja útvarpsstøðin - Atlantic Radio - kundi hava heimildarfólk á ymsu fótbóltsvøllunum, soleiðis at teir kundu hava eina sending, sum í bygnaði minnir nógv um »bóltin«.
Síðani fingu Televarpið og Stjørnan ikki loyvi at gera eina avtalu, sum innibar, at heimadystirnir hjá hondbóltsfelagnum í Klaksvík kundu sendast á Rás1 hjá Televarpinum sama kvøld, sum dystirnir vóru spældir. Altso ein forskotin sending.

Fáa ov lítið
Um sama mundi var ÍSF farið undir samráðingar við bæði Út- og Sjónvarp um nýggja avtalu um rættindini at varpa frá ítrótti.
Gamli sáttmálin millum partarnar gekk út á nýggjárinum, men í fyrstu atløgu varð avtalan longd, tí partarnir roknaðu við at koma á mál tíðliga í ár.
Men enn er eingin semja komin, og partvíst er orsøkin, at tað ikki hevur eydnast ÍSF at fáa øll sersambondini at ganga undir eina nýggja kollektiva avtalu.
- Enn hava vit ikki tikið eina endaliga støðu í málinum. Men í verandi líki má eg siga, at vit hava ógvuliga lítlan hug at gera eina slíka kollektiva avtalu, sigur Óli Holm, formaður í Fótbóltssambandinum.
Spurdur beinleiðis, um støðan hjá Kringvarpinum mótvegis heitinum »Formula-deildin« er orsøk til hesa støðu, sigur formaðurin, at tað er ikki frítt.
- Ein samstarvsavtala verður vanliga gjørd út frá teirri fyritreyt, at báðir partar fáa gagn av henni, og her meta vit ikki, at samstarvið við Út- og Sjónvarpið hevur givið okkum nóg nógv.
Vil tað siga, at tað í verandi líki er vandi fyri, at eingin fótbóltur verður at hoyra í útvarpinum framyvir, eins og 3-2 kann hvørva av sjónvarpskíggjanum.
- Tað haldi eg ikki, at vit kunnu staðfesta í verandi løtu. Til tess er málið komið alt ov stutt áleiðis. Men tað er einki dulsmál, at vit hava ymsar fatanir av støðuni kring Formula-deildina, sigur Óli Holm.

Lítið forstáilsi
Formaðurin sigur víðari, at FSF hevur verið í dialogi við leiðsluna í Kringvarpinum, har málið hevur verið umrøtt, men at hetta enn ikki hevur broytt stórvegis upp á støðuna.
- Eg má siga, at forstáilsið fyri okkara støðu higartil hevur hvílt á einum ógvuliga lítlum stað. Støðan er jú tann, at tað er FSF, sum varðar at skipaðum fótbólti í Føroyum. Og vit hava eina deild, sum ber heitið, Formula-deildin, og ikki Besta-deildin ella Fremsta-deildin ella 1. deild. Tað er millum annað í hesum, at vit vilja hava greiðar spælireglur.
- Tí meta vit, at tað er ein løgin hugburður, tá miðlar konsekvent nokta at nýta hetta navnið. Ikki minst, tá miðlarnir samstundis uttan himpr nevna donsku SAS-liguna, íslendsku Landsbankadeildina og norsku Tippeliguna. Tað er ein støða, sum fyri okkum er rættiliga ørkymlandi, staðfestir Óli Holm.