Hans Lindberg tekur møguliga eitt ár aftrat í Füchse Berlin

Skerda spælitíðin hjá Hákuni West av Teigum í bundesliguni kann halda fram

Tað hevur verið ógvuliga skert við spælitíð til Hákun West av Teigum í dystum fyri Füchse Berlin hetta kappingarárið.

 

Hákun hevur skotið 17 mál í 29 málroyndum. Fitt av spælitíð hevur verið í EHF European League, og nakað av spælitíð í týsku steypakappingini.

 

Tað hevur ligið í kortunum, at Hákun stóð til meira spælitíð komandi kappingarár, tí Hans Lindberg skuldi heimaftur til Danmarkar aftaná 17 ár í týsku bundesliguni.

 

Í kortunum hevur ligið, at Hans Lindberg skuldi spæla við HØJ, ið hevur Róa Berg Hansen og Paula Jacobsen í hópinum. 

 

Men nú ljóðar sambært donsku heimasíðuni, hbold, at Füchse Berlin fer at leingja sáttmálan við Hans Lindberg.

 

Hans Lindberg er millum fremstu brotskastsskjúttarnar í bundesliguni, og tey í Füchse Berlin siga seg ikki kunna finna nakran betri brotskastsskjútta.

 

Svenski, Valter Chrintz hevur havt tveir krossbandsskaðar, og hevur verið uttanfyri í hálvtannað ár, og tað er eisini ein strika í rokningini hjá Füchse Berlin.

 

Hákun West av Teigum hevur undirstrikað, at hetta farna kappingarárið hevur Hans Lindberg verið ein góður lærumeistari og liðfelagi. 

 

Hans Óttar Lindberg Tómasson, ið er fulla navn hansara er av íslendskari og føroyskari ætt.

 

Hann fyllir 43 ár 1. august.

 

Hann hevur skotið 3.091 mál í bundesliguni fyri HSV Hamburg og Füchse Berlin, og 805 mál fyri Danmark í 299 landsdystum.