Füchse Berlin fær 1,67 miljónir krónur fyri luttøkuna í FINAL FOUR

Ikki er talan um ørandi upphæddir í altjóða hondbólti

Tað var ikki bara munurin millum gull og silvur, tá Magdeburg vann Champions League finaluna 32-26 (16-12) á Hákuni West av Teigum og hansara liðfeløgum í Füchse Berlin. 

 

Fyri luttøkuna sum vinnandi liðið í FINAL FOUR fær Magdeburg 300.000 evrur. Tað svarar til 2,23 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Sum tveyari í FINAL FOUR fær Füchse Berlin 225.00 evrur. Tað svarar til 1,67 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Ikki er talan um ørandi upphæddir Magdeburg og Berlin fáa, um vit samanbera hvat liðini fáa í Champions League í fótbólti. 

 

Vinnarin av Champions League í fótbólti, Paris Saint Germain fær 25 miljónir evrur. Tað svarar til 186,4 miljónir krónur í okkara peningi. 

 

Tveyarin, Inter Milan fær 18,5 miljónir evrur. Tað svarar til 137,9 miljónir krónur í okkara peningi.