Fuglafjørður í flokki fyri seg

Tað er einki at rafla um. Tá ið 5-mannaførini við gentum rógva, er talan um tveir flokkar. Í fyrsta flokki er Erla Kongsdóttir. Henni megnar eingin at kappast ímóti. Í hinum flokkinum eru hinir bátarnir, sum kappast um plássini aftanfyri Erlu Kongsdóttir.

 

Á Fjarðastevnu á Skála var Erla Kongsdóttir næstan ellivu sekund undan trimum bátum úr høvuðsstaðnum, sum vóru í sera tættari kapping um næstfremsta plássið. Ta kappingina vann Blikur av Argjum, men tað var sera stutt aftur til Sílið hjá Havnar Róðrarfelag og Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri.

 

1 Erla Kongsdóttir 05:31.08

2 Blikur 05:42.01

3 Sílið 05:42.10

4 Jallurin 05:42.17

5 Ørnin 05:51.23

6 Firvaldur 05:57.15

7 Spógvin 06:02.20

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 21

2 Blikur 15

3 Sílið 15

4 Ørnin 12

5 Jallurin 9

6 Spógvin 6

7 Tjaldrið 2

8 Firvaldur 2

9 Tambar 1