Fuglakrímið 1000 ferðir verri enn SARS

Heimsheilsustovnurin WHO heldur, at fuglakrímið, sum herjar í Landssynningsasia, er túsund ferðir verri enn lungnasjúkan SARS. Samstundis halda amerikanskir og bretskir granskarar, at sjúkan líkist sponsku sjúku, sum kostaði meiri enn 40 milliónir mannalív fyri 85 árum síðani

Avstralski vísindamaðurin John McKenzie samskipaði fyri einum ári síðani arbeiðið hjá heimsheilsustovninum WHO ímóti lungnasjúkuni SARS. Nú sigur hann, at fuglakrímið har eysturi í Asia kann gerast tann ringasta heimsumfatandi krímsjúkan.
- SARS var ein ávaring um, hvat ein umfarssjúka kann elva til, men fuglakrímið er ein túsund ferðir størri hóttan. SARS var einki samanborið við, hvat hetta kann enda við, sigur McKenzie við blaðið The Australian.
Higartil eru 18 fólk deyð av fuglakríminum. Sjúkan hevur gjørt mest um seg í Vietnam, men er eisini staðfest í fleiri øðrum londum, og í gjár váttaðu myndugleikarnir á Taiwan, at sjúkan eisini er komin hagar.
Serfrøðingar hjá WHO ávaraðu í gjár um, at fuglakrímið kann fara at gera um seg aðrastaðni, verða umfatandi tiltøk ikki sett í verk alt fyri eitt. Teir stúra serliga fyri, at virusið skal broyta seg, so sjúkan eisini kann smitta ímillum fólk.
Líkist sponsku sjúku
Spanska sjúka var tann herviligasta umfarssóttin, sum rakti heimin í 20. øld. Hon herjaði beint eftir fyrra heimsbardaga og kravdi meiri enn 40 milliónir mannalív.
Nú halda amerikanskir og bretskir granskarar, virusið, sum elvdi til sponsku sjúku, var ógvuliga líkt virusinum, sum nú hevur elvt til fuglakrímið har eysturi í Asia. Í einari grein í tíðarritinum "Science" skriva granskararnir, at tað er serliga sjálvur smittuhátturin, ið líkist nógv.
Tað ber til at siga, at vit hava eina heimsumfatandi krímsjúku 30. hvørt ár, og tann seinasta var Hongkong-sjúkan, sum gjørdi um seg í 1968, men enn ber ikki til at siga, um fuglakrímið fer at gera so nógv um seg, sigur ein av bretsku granskarunum, Steve Gamblin.
Virusið, sum elvdi til sponsku sjúku, varð útruddað saman við sjúkuni, men í 1997 eydnaðist tað svenska granskaranum Johan Hultin at finna tað í einari kvinnu í Alaska, sum var deyð av sjúkuni. Líkið hevði ligið í teirri køldu jørðini har í 80 ár, og í lungunum fann Johan Hultin virusið frá sponsku sjúku. Síðani hava vísindafólk endurbygt tey flestu genini í virusinum.