Fótbóltur
Fuglfirðingar iðra seg. Teir níggju, sum eru eftir á vøllinum í reyðari troyggju, liggja á vøllinum og halda fyri høvdið. Einstakir hava dirvið til at takka mótstøðuliðnum fyri dystin beinanvegin. Aðrir gremja seg. Og tað er einki galið í tí.
Tey vistu ikki, um tey skuldu tosa um uppreisn í Fuglafirði í gjár. ÍF, sum hósdagin í farnu viku tapti við fimm málum móti Víkingi, tapti í gjár við einum máli móti sama liði. Framgongd, um tú hyggur at úrslitinum, men tað vóru fuglfirðingar alt annað enn nøgdir við.
Skiftu tvær ferðir
Veðrið var frálíkt til fótbólt, og áskoðararnir vóru í góðum hýri, tá Rúni Gaardbo, dómari, blásti í floytuna fyri fyrstu ferð. Men tað var skjótt, at sólskinssøgur frá vikuskiftinum og njótingin av góða veðrinum var broytt til ókvæmisorð og illbønir.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingur, noyddist at fremja tvær útskiftingar í fyrra hálvleiki. Bæði Sam Jacobsen og Finnur Justinussen fóru av vøllinum við skaða, og tað darvaði sjálvsagt ætlanunum hjá venjaranum. Serliga varð hugsað um, at Víkingur bara áttu eina útskifting til góðar at svara aftur við í seinna hálvleiki. Men fuglfirðingar syrgdu fyri, at tað skuldu gestirnir ikki hugsa um.
Dysturin var javnur við einstøkum møguleikum í fyrra hálvleiki. Andy Olsen úr ÍF og Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi vóru nær við, men tað var málleyst í steðginum.
Men á tímanum eydnaðist tað heimaliðnum at leggja seg á odda. Innskifti Hanus Eliasen hevði ríkiligt av tíð og plássi, tá hann var spældur leysur við málverjan. Framherjin var ísakaldur í hitanum, og sendi í handara síðunet.
Mistu tolið og skilið
ÍF tóktist hava tamarhald á støðuni hesa løtuna. Víkingur sókti at í løtum, men tað vóru ábendingar um, at fuglfirðingar fyri fyrstu ferð av fýra møguligum í hesum kappingarárinum fóru at vinna á grannunum úr Gøtu og Leirvík. Men tað vendi skjótt.
Dánjal á Lakjuni var frá byrjan í seinna hálvleiki fluttur aftur á vongverja plássið í høgru. Hann spældi sum einsamallur framherji undan hvíldini, men mátti víkja plássið, tá Hanus Eliasen var innskiftur í steðginum. Dánjal á Lakjuni hevði í løtum stórar trupulleikar av ágrýtna Andriasi Lava Olsen. Tvær ferðir var fuglfirðingurin ov seinur í nærdystum, og seinnu ferðina, tá hann steðgaði Magnusi Skoralíð í skjótálopi, sá hann gult fyri aðruferð. Tá var javnleikur, tí Súni Olsen hevði fimm minuttir frammanundan smekka bóltin í netið við beinleiðis frísparki úr 25 metra fjarstøðu. Leðurkúlan sat í nettakinum, har Andras Gango, málverji, helst skuldi verið og vart fyri. Frísparkið, sum var framt miðskeiðis á hálvuni hjá fuglfirðingum, var óneyðugt.
Heimaliðið megnaði ikki at halda høvdinum uppi hesa løtuna. Ov ofta var bólturin sparkaður burtur, og í fleiri førum tóktist tað sum, at fuglfirðingar høvdu mist vónina. Málið hjá Súna Olsen rakti meint, og tað gjørdi støðuna meira keðiliga hjá ÍF.
Tá seks minuttir restaðu í av dystinum eydnaðist tað Andriasi Lava Olsen at leggja gestirnir á odda. Hann var fyrstur á bóltinum við fremru stong eftir hornaspark, og við høvdinum stýrdi hann í málið handan Andras Gango.
Seinastu løtuna misti Balazs Sinkó skilið, tá hann óneyðugt rendi Andrias Lava Olsen um koll. Leirvíkingurin fór kanska heldur harðliga í ryggin á ungaranum, men tað eru dømi um tílíkar støður í hvørjum fótbóltsdysti. Sinkó var burtur frá sær sjálvum, og syrgdi fyri, at hann verður leikbannaður, tá ÍF vitjar í Gundadali, har B36 bíðar, næstuferð.
Høgni í miðverjuni
Høgni Zachariasen røkti í gjár sessin sum miðverji. Hvørki Bartal Eliasen ella Poul Ennigarð, sum hava spælt á plássunum, vóru tøkir vegna skaða og leikbann. Tískil var Jón Simonsen, venjari, noyddur at gera broytingar, og hann gjørdi av, at Zachariasen skuldi royna seg í nýggjum leikluti.
Og tað eydnaðist væl. Hann var millum teir heilt frægu á liðnum hjá fuglfirðinum í gjár. Serliga í luftspælinum var hann stinnur, og fleiri ferðir var hann fyrri á bóltinum enn mótstøðuleikararnir í rennidystum.
Hinvegin merkist tað kanska í framrættaða spælinum, har Høgni Zachariasen ikki luttók. Lítli og klæntrasligi Dánjal á Lakjuni flutti seg væl millum stóru og tungu Atla Gregersen og Niclas Niclassen í miðverjuni hjá Víkingi. Men ov lítil tyngd var í álopinum undan steðginum, og tað bøtti um støðuna, at Hanus Eliasen varð innskiftur eftir hvíldina.
Víkingur vann fyri fjórðu ferð í hesum kappingarárinum á grannunum úr Fuglafirði. Í gjár eydnaðist tað at fáa fult, hóast spælið í løtum ikki riggaði serliga væl, og liðið var í mótgongd. Tað er altíð umráðandi hjá oddaliðnum at vinna tílíkar dystir, og havandi í huga teir 90 minuttirnar í gjár, vísti Víkingur seg sum oddalið. Súni Olsen og Andrias Lava Olsen, sum eru í landsliðshitanum, tóku ábyrgd og vendu dystinum til seinast, og tað er serliga umráðandi, nú HB misti stig.