Fuglfirðingar fáa nógv mest burturúr

Havnin liggur undir miðal og suðuroyingar fáa minst burtur úr

Fuglfirðingar fáa nógv mest burturúr teimum íløgum, sum kommunan hevur gjørt í havnaløg.

Tað staðfestir Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð

Javnan verður tosað um, hvussu órættvíst tað er, at Tórshavnar Havn fær allar inntøkur av havnagjalfi, brúgvagjaldi og vørugjaldi fyri vørur, sum koma til Føroya og fyri vørur, sum verða útfluttar.

Hetta tí at allur innflutningur og útflutningur er um Tórshavnar Havn, sama hvaðani í landinum, útflutningsvøran kemur, og hvagar í landinum tann innflutta vøran skal.

 

Tí hevur oftað verið tosað um at gera eina skipan, so at eisini aðrar  kommunur fáa ein part av inntøkunum hjá Tórshavnar Kommunu, tí nógv av tí, sum verður útflutt, er frammleit aðrastaðni, enn í Havn, og nógv av tí, sum verður innflutt, skal aðrastaðni enn til Havnar.

 

Tí eru tað nógv, sum hald, at tað er órættvíst, at Tórshavnar Kommuna fer avstað við øllum inntøkunum.

 

Seinast er tað Norlýsið, sum nú ein dagin fýltust á hesi viðurskifti.

 

Sjúrður Olsen er ikki samdur. Hann vísur á, at yvir 40% av fólkinum býr í høvuðsstaðarøkinum, har útivið 80% av innflutninginum endar.

 

- Ein partur av somu bingjum, sum koma við innflutninginum, fara ógvuliga høgliga avstaðaftur við útflutninginum.

 

- So tað má bæði vera rættiliga sjálvsagt og rættvíst, at Tórshavnar havn hevur nógv størri umsetning enn hinar havnirnar, sigur Sjúrður Olsen

 

Men hann leggur afturat, at  verða inntøkurnar hjá føroyskum havnum gjørd upp eftir fólkatalinum, sær myndin heilt øðrvísi út.

 

Í tí yvirlitinum sæst, at eftir fólkatakinum er tað Fuglafjarðar Kommuna, sum fær nógv mest burtur úr síni havn. Samstundis liggur Tórshavnar Kommuna undir miðal.

Tað sæst eisini, at eftir fólkatalinum, eru tað báðar stóru havninar í Suðuroy, sum fáa minst burtur úr.

 

Sjúrður Olsen vísir á, at býtt eftir fólkatalkinum, var inntøkan hjá ymsum havnum kring landið, hendan í fjør:

Fuglafjørður 8.547 kr.

Runavík: 3.957 kr.

Tórshavn: 3.044 kr.

Klaksvík 2.228 kr.

Tvøroyri 2.023 kr.

Vágur: 1.100 kr.

 

Sjúrður Olsen sigur at sostatt var miðalinntøkan av havnunum 3.147 krónur fyri hvørt fólkið

- Tað merkir, at høvuðsstaðurin lá nakað niðanfyri miðal, sigur hann.

 

Hann sigur, at er ætlanin at tosa um, at inntøkur verða skeivt býttar, eiga vit heldur at tosa um inntøkurnar av Barentshavinum, og av makrelinum og alingini.