Støðutalvan legði upp til javna uppgerð, tá ið ÍF longu fyrrapartin var gestur í Gundadali hjá teimum næstbestu hjá B36.
Men soleiðis endaði tað ikki. ÍF vann 4-0, og trivaligi sigurin ber við sær, at nú hava bæði B36 og ÍF 17 stig, og málmunurin hjá ÍF er eitt vet betri, enn hann er hjá B36.
Fýra fuglfirðingar vóru millum teir fyrstu ellivu hjá ÍF, og tað var ein teirra, Dánjal á Lakjuni, sum dygst undan steðginum og eftir upplegg frá Atla D. Petersen setti hol á. Hetta var sætta málið hjá Dánjali, sum nú hevur spælt 362 landskappingardystir á besta ÍF liðnum.
17 minuttir eftir steðgin økti ÍF um munin til 2-0. Málskjútti var Mikkel Elbæk Jakobsen, og Jákup Andrias Thomsen átti uppleggið. Hetta var fyrsta málið hjá Mikkel Elbæk Jakobsen, síðani hann fór t spæla við ÍF. Í fjør var hann bæði í 07 Vestur og NSÍ.
Eitt lítið korter undan leikloki varð Martin Klein Joensen skiftur inn á ÍF liðið, og hann skoraði bæði til 3-0 og 4-0. Tað fyrra málið skoraði hann tríggjar miuttir eftir innskiftingina og tað seinna fimm minuttir eftir, at hann var komin á vøllin. Í fyrra førinum átti Ruben Møller-Nielsen uppleggið, og í seinna førinum legði Mikkel Elbæk Jakobsen upp. Martin Klein Joensen hevur nú skorað fimm mál fyri ÍF.
Hóast ÍF vann stóran sigur, so siga tølini, at talan var um umleið sama tal av møguleikum, og eitt nú vunnu bæði B36 og ÍF níggju hornaspørk.
Um eina viku fær ÍF vitjan av NSÍ, og B36 fær vitjan av oddaliðnum B71.











