Í sambandi við Danmarkar- og Noregstúrin hjá »17 sangarum«, Monicu Stauss Joensen við violin og Helgu H. Gerðalíð á klaverinum, fer kórið at hava tvær konsertir afturat.
Fyrra konsertin verður komandi hóskvøld í fimleikarahøllini í Fuglafirði kl. 20, og tann seinna í Ósáskúlanum í Klaksvík.
Leygardagin 7. juni kl. 4 var konsert í Norðurlandahúsinum, har 300 áhoyrarar vóru tilstaðar.
Ein av orsøkunum til, at tann eina konsertin verður løgd í Fuglafirði er, at her hevur kórtraditiónin verið ein av berandi tættunum í mentanarlívinum, og haðani eru komnir so nógvir og góðir kórsangarar.
Konsertskráin fyri summarið 1997 er fastløgd.
Vinarbýarvitjanin í Odense og í Tróndheimi er umframt av Klaksvíkar Býráði og Mentunargrunninum eisini fíggjað av finnulívsfyritøkunum Faroe Seafood Prime, Norðoyra Sparikassa, Tryggingarsambandinum Føroyar, Skipafelagnum Føroyar, Statoil, Blikksmiðjuni í Klaksvík, Calder Fishselling, JKA trol og Atlantic Airways.
Orsøkin til at kórið tekur 50 kr. í atgongupeningi er fyri at fíggja ein part av ferðini.