Tað var av besta veðri til at spæla fótbólt í, tá ið ÍF og TB hittust til dyst í Fuglafirði leygardagin. Hetta sást eisini á áskoðarafjøldini, sum ikki var rættiliga stór. Óivað hava nógvir fuglfirðingar heldur valt at farið ein túr í bátin ella kanska fríðka sær um húsini.
Tamur fyrri hálvleikur
Fyrri hálvleikur var rættiliga tamur. Ikki vóru teir stóru málmøguleikarnir, og spælið hekk ikki serliga væl saman hjá hvørgum av liðunum. Tvøramenn vóru nakað ágrýtnari, og hetta gav eisini úrslit, tá ið einir 25 minuttir vóru leiktir. TB fekk eitt horna í høgru síðu, sum bleiv sent væl inn fyri. Eftir nakað av ping-pong spæli endaði bólturin hjá Einari Petersen, sum úr 10 metra fjarstøðu smekkaði bóltin í meskarnar aftan fyri Erling Joensen í fuglfjarðamálinum til støðuna 1-0 til TB.
Stutt eftir leiðslumálið hjá tvøramonnum fekk ÍF ein rimmar møguleika fyri at javna til 1-1. Tveir fuglfirðingar gjørdust einsamllir við einum verjuspælara hjá TB. Bólturin endaði hjá Egili Zachariassen, sum púra einsamallur skeyt beint á málverjan Magna Petersen hjá TB.
Piotr hevur
óivað skeldað
í hálvleikinum
Sum áðurnevnt, so var tað eitt hamskift ÍF-lið, sum kom út eftir hálvleikssteðgin. Tað sást týðiliga, at venjarin Piotr Krakowski hevði tosað við stórum bókstavum í steðginum. Fuglfirðingar vóru eftir hvørjum bólti, og tvørámenn fingu ikki frið til at spæla sítt spæl.
Tað var helst ein skeiv avgerð hjá TB-venjaranum Zoran at skifta bæði seg sjálvan og Eyðun »Gullok« Svalbard út í hálvleikssteðginum. Einki flog var yvir spælinum hjá tvørámonnum, og tað tyktist, sum um alt spælið hjá teimum skuldi fara umvegis teir báðar Óla Johannesen og Sasha.
Tað vóru bert farnir fýra minuttir av seinna hálvleiki, tá ið heimaliðið fekk javnað.
Sum í næstan øllum uppspælinum hjá fuglfirðingum bleiv spælt umvegis høgrusíðu, har Eyðálvur og Áslakkur Petersen høvdu ovmikið av plássi til at spæla sær. Alt endar við, at póllendingurin, Mariniak, bleiv feldur, og Niklas á Líðarenda ivaðist ikki og dømdi brotsspark. Bartal Eliasen sendi málverjan til aðra síðuna og bóltin til hina, og so var 1-1.
Tá ið 18 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, legði ÍF seg á odda.
Eyðálvur Petersen fekk bóltin einar 5 metrar uttan fyri brotsteigin. Hann ivaðist ikki og smekkaði til, og bólturin smeyg sær inn við nærmastu stong til 2-1 til heimaliðið. Beint eftir hetta sendi Mariniak, fyri opnum máli, bóltin við síðuna av úr 3 metra fjarstøðu.
Tvøramenn høvdu ikki nógv at bjóða fram í seinna hálvleiki, men teir vóru tó nær við at javna, tá ið einir 5 minuttir vóru eftir av dystinum. Eitt horna kom úr vinstru, og Óli Johannesen fekk vinstra bein á bóltin, men Erling Joensen fekk hálvbjargað, og fuglfirðingar fingu so sparkað burtur.
Fuglfirðingar settu punktum á, tá ið bert 1 minuttur var eftir av dystinum.
Áslakkur Petersen skeyt bóltin inn fyri úr høgru, og onkursvegna fór bólturin beinleiðis í málið til endaligu støðuna 3-1. Stutt eftir bríkslaði dómarin dystin av, og fuglfirðingar høvdu ognað sær 3 fult uppiborin stig.
Sendi kavablak
eftir linjuverja
Sum heild kann sigast um dystin, at hann ikki var millum teir áskoðaravinarligastu. Nógv fríspørk vóru, og summir av leikarunum hjá báðum liðum vóru meira upptiknir av kjaftasliti enn at spæla fótbólt. Dómarin hevði heldur ikki alt ov gott tamarhald á dystinum. Heldur ikki fekk hann tað við, at onkur á útskiftingarbonkinum hjá fuglfirðingum sendi eitt kavablak eftir øðrum linjuverjanum í sambandi við eina ivasama avgerð!
ÍF-TB 3-1 (0-1)
0-1: Einar Petersen
1-1: Bartal Eliasen (br.)
2-1: Eyðálvur Petersen
3-1: Áslakkur Petersen