Fyrrverandi Liverpool, Barcelona og Ajax áleyparin fer at endurnýggja sítt vinarlag við venjaran Roy Hodgson, ið var finskur landsliðsvenjari til júst loknu EM-undankapping.
Hodgson fortaldi fyri heimasíðu felagsins, at hann ikki helt at tað var neyðugt at greiða frá, hvørjir eginleikar Jari hevur, og ei heldur greiðu orsøkirnar, hví felagið hevur brúk fyri einum slíkum leikara.
- Eg eri ovurhondsfegin yvir at hann vildi koma at spæla við okkum restina av kappingarárinum, sigur Roy Hodgson.
Litmanen var liðskipari á finska landsliðnum í EM-undankappingini í ár, og áleyparin hevur verið ein sannur umboðsmaður fyri tjóð sína, seinastu 10-15 árini. Hesi árini hevur hann spælt 110 landsdystir og skorað 28 mál.
Hann byrjaði sína yrkisleið við liðnum, Reipas í bestu finsku deildini, áðrenn hann hevði eina sera eydnuríka tíð í hálendska Ajax, har hann vann fýra meistaraheitir, tríggjar steypakappingar og Champions League. Haðani fór Litmanen til Barcelona og Liverpool, áðrenn hann vendi aftur til Ajax. Í seinastuni hevur hann í stuttum tíðarskeiðum verið í týskum fótbólti og eisini í svenska liðnum Malmø FF.
- Sjálvt um hann ikki er 100% klárur til dyst í løtuni, eri eg ikki í iva um at hann kemur at hava stóran týdning fyri liðið, komandi tíðina. Liðið fer at fáa ágóðan av at hava ein so evnaríkan leikara í hópinum, samstundis sum hann kann læra teir yngru, útfrá hansara rúgvismiklu royndum, sigur venjarin hjá Fulham, Roy Hodgson.