Fulham og Stoke snávaðu – Swansea vann aftur

Flestu dystirnir í CapitalOne steypakappingini endaðu sum væntað, men sum vanligt er í enskum steypakappingum, er altíð okkurt óvæntað úrslit.

 

Fremst í so máta stóð nýliga uppflutta Sheffield Wednesday, sum vann 1-0 á heimavølli móti Fulham úr Premier League. Wednesday spælir í Championship.

 

Kanska meira undrunarvert var tað, at Swindon frá championship á útivølli vann á Stoke – 4-3 eftir longda leiktíð. James Collins (myndin) skoraði sigursmálið.

 

Eitt minst líka óvæntað úrslit var tó, at Burton Albion úr League Two vann heili 4-2 á útivølli móti championship felagnum, Leicester.

 

Eisini League One felagið, Milton Keyes Dons vann á einum championship felag, nevniliga 2-1 á Blackburn.

 

Hinvegin fingu fleiri Premier League lið sín fyrsta sigur á árinum. Aston Villa vann 3-0 á Tranmere, Norwich vann 2-1 á Scunthorpe, QPR vann 3-0 á Walsall, Southampton vann 4-1 á útivølli móti Stevenage, Sunderland vann 2-0 á Morecambe og Reading vann 3-2 á Peterborough.

 

Swansea vann aftur, men tað sum QPR og West Ham ikki megnaðu, megnaði Barnsley, nevniliga at skora móti walisunum. Dysturin endaði 3-1.

 

Stóru yvirraskilsini komu í skotslu steypakappingini, har Stenhousemuir úr triðbestu deildini á útivølli sendi SPL-liðið Kilmarnock úr kappingini 2-1, og Queen of the South, somuleiðis úr triðbestu deildini, á heimavølli sló Premier League Hibernian út 2-0.

 

Fýra av dystunum endaðu javnt og máttu út í eyka tíð, tí dystirnir skulu avgerast, og umframt sigurin hjá Swindon, vann carlisle 2-1 á Ipswich, meðan Coventry vann 3-2 á Birmingham.

 

Seinasti dysturin mátti avgerast við brotssparkskapping eftir 1-1 millum Burnley og Plymouth. Burnley vann 3-2.

 

Úrslitini eru:

 

Aston Villa-Tranmere 3-0

Burnley-Plymouth Argyle 4-3 (brts)

Carlisle-Ipswich 2-1 (et)

Coventry-Birmongham 3-2 (et)

Crawley-Bolton 2-1

Doncaster-Hull 3-2

Gillingham-Middlesbrough 0-2

Leeds-Oxford 3-0

Leicester-Burton Albion 2-4

Milton Keynes Dons-Blackburn 2-1

Norwich-Scunthorpe 2-1

Nottingham Forest-Wigan 1-4

Preston North End-Crystal Palace 4-1

Queens Park Rangers-Walsall 3-0

Sheffield Wednesday-Fulham 1-0

Stevenage-Southampton 1-4

Stoke-Swindon 3-4 (et)

Sunderland-Morecambe 2-0

Swansea-Barnsley 3-1

Watford-Bradford 1-2

West Ham-Crewe Alexandra 2-0

Reading-Peterborough 3-2

Yeovil-West Bromwich 2-4