Full EM-skrá í dag

Næstseinasta umfarið í EM-millumspælinum í hondbólti verður seinnapartin í dag.

 

Í millumbólki 1 er skráin hendan :

 

Kl. 15.00 Ísland-Russland

Kl. 17.00 Eysturríki-Kroatia

Kl. 19.15 Danmark-Noreg

 

Kroatia hevur 5 stig, Ísland, Noreg og Ísland hava øll 4 stig. Eysturríki hevur eitt stig, meðan Russland einki stig hevur.

 

Dystirnir klokkan 15 og 17 síggjast á TV2 Viasat Sport á Televarpinum. Dysturin millum Danmark og Noreg sæst á TV2.

 

Í millumbólki 2 er skráin hendan :

 

Kl. 15.15 Slovenia-Frakland

Kl. 17.15 Týskland-Spania

Kl. 19.15 Pólland-Kekkia

 

Pólland og Frakland hava 5 stig, Spania hevur 3 stig, Slovenia og Kekkia hava 2 stig, og Týskland hevur eitt stig.