Full ferð á fuglfirðingum

1. DEILD: Eftir tepran sigur ímóti teimum næstbestu hjá 07 Vestur er ÍF framvegis ósigrað

Rúnar Johnsson skoraði einasta málið í Fløtugerði í dag

Í góðveðrinum í Fløtugerði vann ÍF tíðliga seinnapartin 1-0 ímóti 07 Vestur.

 

Málið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Málskjútti var Rúnar Johnsson, og Jóhan Petersen átti uppleggið. Hetta var triðja málið í næstbestu deildini í ár hjá 18 ára gamla Rúnar Johnsson. Hann skoraði eisini í 2. umfari, tá ið ÍF vann 5-0 á heimavølli ímóti B36 og í triðja umfari, tá ið ÍF vann 2-0 á útivølli ímóti TB.

 

Tølini úr Fløtugerði í dag siga, at ÍF vann sjey hornaspørk, og at 07 Vestur vann trý hornaspørk. ÍF hevði fýra stórar málmøguleikar, meðan gestirnir spældu seg til tveir góðar málmøguleikar.

 

Veteranarnir Jan Ó. Ellingsgaard og Karl Løkin vera roknaðir at vera lyklaspælarar hjá ÍF. Í dag var hvørgin teirra á vøllinum, tí teir eru skaddir.

 

Eftir átta umfør er ÍF framvegis ósigrað. ÍF hevur vunnið sjey dystir og spælt javnt ímóti B71 (2-2 á heimavølli ímóti B71). ÍF er greitt topplið við 22 stigum.

 

Teir næstbestu hjá 07 Vestur eru aftast við einum stigi, sum teir fyri tveimum vikum síðani vunnu á útivølli ímóti Undrið FF (1-1).

 

Hósdagin fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti B36, og ÍF fær hósdagin vitjan av grannunum í Víkingi.

 

Rúnar Johnsson skoraði einasta málið í Fløtugerði í dag